Vinnuframi hevur verið National Contact Point fyri Horizon 2020 SME Instruments, sum er ein ES stuðulskipan til smáar og miðalstórar fyritøkur og National Contact Point fyri Horizon 2020 ICT, sum er ein ES stuðulskipan  til loysnir innan kunningar- og samskiftistøkni. 

Avtalan ímillum Føroyar og ES um Horizon 2020 fór úr gildi í endanum av árinum. 

Politiska skipanin viðgerð í løtuni, um Føroyar skal luttaka í nýggju ES stuðulsskipanini, Horizon Europe, sum byrjar í 2021.

Í Føroyum ber til at seta seg í samband við Vinnuframa ella við Granskingarráðið, sum hýsir føroysku National Contact Point tænastuni.