09 nov. 2016

Íverksetan á ferð

Í sambandi við íverksetaravikuna, fara Íverksetarahúsið og Vinnuframi á ferð í Føroyum við pop-up ráðgeving og kunning um stuðulsmøguleikar.

Tað verður møguleiki hjá øllum áhugaðum at koma á staðið og fáa ókeypis ráðgeving og kunning um stuðulsmøguleikar fyri íverksetarar.

Hugsar tú um at gerast sjálvstøðugur, ella hevur tú egna fyritøku og hevur brúk fyri at fáa greiðu á ymiskum viðurskiftum, so kanst tú á Pop-up ráðgeving hjá Íverksetarahúsinum og Vinnuframa fáa svar uppá flestu spurningar, í hesum sambandi.

Tað verður møgueiki hjá øllum áhugaðum at koma á staðið og fáa ókeypis ráðgeving og kunning um stuðulsmøguleikar fyri íverksetarar. Seinasti stýrisfundur hjá Vinnuframa – og tískil seinasta freist at søkja um stuðul í ár – verður 14. des og umsóknir skulu vera Vinnuframa í hendi í seinasta lagi eina viku áðrenn stýrisfundin,tvs 7. des.

Tað er ikki er neyðugt at boða frá luttøku áðrenn. Vit gleða okkum at síggja teg.

Skrá Pop-up ráðgeving:

Sandoy
Týsdagin 29. nov 15:00 – 17:00
Kommunuskrivstovan, Mørkin Mikla 3, Sandur

Sundalagið
Mikudagin 30. nov 15:00 til 17:00
Kommunuskrivstovan, Oyrarbakkavegur 3, Oyrabakki

Vágar
Hósdag 1. des 15:00 – 17:00
Vága kommuna, Hammershaimbsvegur 1, Sandavágur

Eysturoy
Fríggjadag 2. des 15:00 -17:00
Bókasavnið við Løkin, Rókavegur 1, Runavík

Suðuroy
Mánadagin 5. des 15:00 – 17:00:
Fjarlestrardepilin, Vágsvegur 22, Vágur

Við hesum tiltakinum vilja Íverksetarahúsið og Vinnuframi geva íverksetarum og vinnurekandi, sum sita ymiska staðni í landinum, møguleika at fáa beinleiðis ráðgeving á staðum. Tiltakið er eitt gott høvi at fáa fatur á møguligum íverksetarum, sum í gerandisdegnum ikki hava lætta atgongd til ókeyis ráðgeving og sparring.

SEINASTU TÍÐINDI
21.09.2017
latest_news
Lissy á CIFF

Ein av nýggju sniðgevunum í Føroyum, Lissi Bjarnadóttir Andreassen luttók á CIFF 2017, sum bleiv…

Les meira  
21.09.2017
latest_news
Ókeypis ráðstevna í Østrøm

Tín heimasíða! – kann hon blíva betri?

Mikudagin 27. september kl. 13-16 stílar fyritøkan…

Les meira  
06.09.2017
latest_news
Íverksetan á ferð í Fuglafirði

Hevur tú eitt hugskot, eina verkætlan ella eina fyritøku?

Mikudagin 13. september kl 17:0…

Les meira