21 sep. 2017

Lissi á CIFF

Ein av nýggju sniðgevunum í Føroyum, Lissi Bjarnadóttir Andreassen luttók á CIFF 2017, sum bleiv hildið í Bellasentrinum í Keypmannahavn.

Í fyrstu atløgu hevur Lissi valt at leggja dent á at snigeva corsagir. Hon hevði eisini valt at vísa tað fram á messuni. Ætlanin er eisini at sniðgeva onnur klædnapløgg, sum eitt nú jeans.

Nógv fólk vitjaðu básin og somuleiðis blivu nógv visittkort latin. Stórur áhugi var fyri corsagunum, tað vóru fleiri fólk, ið ætlaðu at keypa, men av tí at tað bert var eitt plagg av hvørjum slagi, so bar ikki til at hava beinleiðis sølu á messuni. Siðani Lissi er komin til hús aftur, hava framleiðarar úr eitt nú Portugal sett seg í samband við hana.

Tað er fyrstu ferð at Lissi hevur luttikið á CIFF messuni. Hon er væl nøgd við messuna og hevur lært nógv.

Lissi er takksom fyri stuðulin, ið Vinnuframi veitti henni, so hon fekk møguleikan at luttaka á messuni.

 

SEINASTU TÍÐINDI
11.04.2024
latest_news
Nýggj plastendurnýtslu móttøka hjá Mekanor í Klaksvík