04 nov. 2016

G-line á Revolvermessu

Í august var G-line á Revolvermessu, ið bleiv hildin í Keypmannahavn.

At luttaka á tílíkum messum krevur nógv fyrireikingararbeiði, eitt sera gott arbeiði á sjálvari messuni og eitt líka gott uppfylgingararbeiði. Tað gjørdi G-line eisini, og tað vísti seg at geva góð úrslit, tí bæði fyrrverandi og núverandi kundar bíløgdu vørur. G-line kom eisini í samband við agentar, myndatakarar og aðrar áhugaverdar persónar.

G-line hevði nýggja klædnamerkið EINSTAKT við á messuni. EINSTAKT er nýggja klædnalinjan hjá G-line, hon var sera væl móttikin.

Vinnuframi stuðlaði G-line í sambandi við messuna, og tað eru tey á G-line sera takksom fyri, tí við stuðlinum bar til hjá G-line at luttaka á messuni.

SEINASTU TÍÐINDI
01.03.2024
latest_news
Flowcore hjálpir fyritøkum og stovnum at halda skil á innanhýsis dátum