03 apr. 2018

Almennur fundur um hópfígging (Crowdfunding)

Er tørvur á einum føroyskum hópfíggingarpalli?

Hópfígging er ein skjótt vaksandi fíggingarháttur hjá íverksetarum kring allan heim, men enn er hesin møguleikin ikki í Føroyum.
Spurningurin, um tað er áhugi og grundarlag fyri at skipa ein føroyskan hópfíggingarpall, verður evnið á kjakfundi í Vinnuframa, Hoyvíksvegur 51, mikukvøldið 4. apríl kl. 17.
Stjórin og íverksetarin Ingi Rafn Sigurðsson, frá íslendska hópfíggingar-pallinum Karolina Fund (www.karolinafund.com), kemur at siga frá møguleikum við hesum fíggingarhátti. Aftaná verða spurningar og kjak.
Stutt um hópfígging (Crowdfunding)
Hópfígging er ein góður og ódýrur háttur at marknaðarføra nýggj hugskot á talgildum pallum og fáa fígging at seta nýggjar framleiðslur í gongd. Tað kunnu vera nýggjar uppfinningar og nýmentar tekniskar vørur, tað kunnu eisini vera nýggjar matvørur, design, fløgu- og bókaútgávur v.m. Hópfígging er tí bæði til verkætlanir sum kunnu skalerast heilt nógv, og til smærri verkætlanir, sum bert tørva lítla fígging fyri at gerast veruleiki.
Uttanríkis- og vinnumálaráðið er tí, saman við vinnuframaskipanini, farin undir at kanna, um grundarlag er fyri einari hópfíggingarskipan í Føroyum, og hvussu ein sovorðin kann fáast at virka. Hugsað verður í fyrstu atløgu um vanliga hópfígging: “reward based crowdfunding”, har sum tann ið fíggjar, fær okkurt afturfyri. Tað kann t.d. vera fyrstu eintøkini av vøruni, møguliga við avsláttur, eina eyka vøru ella uppliving o.s.fr.
Tað eru fleiri altjóða hópfíggingarpallar, kendastu eru Kickstarter og Indiegogo. Altjóða pallarnir kunnu vera ógvuliga áhugaverdir og verkætlanir, sum standa seg væl á teimum, kunnu fáa heilt nógva fígging á henda hátt. Business Angels og aðrir íleggjarar eru eisini farnir at brúka hesar pallarnar til at síggja hvør áhugin er fyri nýggju hugskotunum, áðrenn teir gera íløgur. Men tað krevur eisini nógv av íverksetarunum at síggjast á altjóða pallunum og ikki at drukna í rúgvuni.
Nógv lond hava eisini lokalar hópfíggingarpallar sum eru serliga væl hóskandi til verkætlanir til heimamarknaðin og sum ein royndarpallar til verkætlanir, ið fyrireika seg til at fara út á altjóða marknaðin. Lokalu pallarnir eru eisini meira viðkomandi í nærumhvørvinum, har sum øll ið hava hug, kunnu verða við til at stuðla nýggjum hugskotum at gerast veruleiki.
Tiltakið verður mikukvøldið 4. apríl kl. 17 í høllini hjá Vinnuframa, Hoyvíksvegur 51.
Um spurningar eru, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Brynhild Absalonsen, tlf. 553300 ella ba@vinnuframi.fo

SEINASTU TÍÐINDI
11.04.2024
latest_news
Nýggj plastendurnýtslu móttøka hjá Mekanor í Klaksvík