08 jun. 2018

Leiðari til Vinnuframa

Vinnuframi stuðlar vinnuligum føroyskum verkætlanum og fær tær á flog. Ein av lyklapersónunum í hesari tilgongd er leiðarin. Kundi tú hugsað tær at arbeitt við íverksetan? So er tað kanska tær vit leita eftir til eitt avbjóðandi og spennandi starv, sum tú sjálv/ur ert við til at mynda.

Starvið
Vinnuframi søkir leiðara at arbeiða fulla tíð, ið m.a. skal standa fyri virkseminum og umsitingini hjá Vinnuframa.

Vinnuframi veitir stuðul til føroyskar vinnuligar verkætlanir og ein av tínum fremstu uppgávum er at vegleiða íverksetarum, sum hava tørv á stuðuli og ráðgeving. Sum leiðari hevur tú dagligu leiðsluna, tú hevur ábyrgd av rakstrinum hjá Vinnuframa, umframt játtanini til skipasmíð og Filmshúsið. Tú hevur tætt samband við restina av vinnuframaskipanini og vísir íverksetaranum á røttu kós. Tú ert national contact point í ES stuðulsskipanini Horizon 2020 og tú luttekur eisini á fundum hjá Nordic Innovation, tí kanst tú rokna við nakað av ferðing. Tínar uppgávur verða m.a. hesar:

·         Vegleiðing og ráðgeving í smb. við stuðul

·         Luttøka og samskipan av fundum

·         Fíggjarstýring

·         Marknaðarføring

·         Skipa fyri vinnuframatiltøkum

Førleikakrøv
Tú hevur eina hægri útbúgving. Tú ert tænastusinnaður, nærlagdur og trívist við skiftandi uppgávum og arbeiðstíðum. Tú hevur royndir ella áhuga fyri íverksetan og kanst seta teg inn í tær avbjóðingar, sum føroyskir íverksetarar hava.

Umsókn
Umsókn, CV og onnur viðkomandi skjøl skulu sendast við t-posti til vinnuframi@vinnuframi.fo í seinasta lagi hósdagin 21. juni. 

Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Brynhild Absalonsen á tlf. 553300 ella ba@vinnuframi.fo.

Vinnuframi
Vinnuframi er ein grunnur undir Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum, ið veitir stuðul til føroyskar vinnuligar verkætlanir. Eitt 5 manna stýri tekur avgerð um stuðulsjáttanir. Tvey fólk starvast dagliga hjá Vinnuframa. Vinnuframi húsast á niðastu hædd í Sjóvinnuhúsinum á Vestaru Bryggju.

SEINASTU TÍÐINDI
11.04.2024
latest_news
Nýggj plastendurnýtslu móttøka hjá Mekanor í Klaksvík