01 nov. 2018

Sverre Nolsøe er føroyska umboðið á Creative Business Cup 2018

Vinnarin av Creative Business Cup Føroyar, Sverre Nolsøe, skal kappast á altjóða íverksetarakappingini í Keypmannahavn 25 - 27. novembur 2018.

Sverre Nolsøe hevur ment alarmknøttin SafeFriend, sum longu kann fáast til keyps á safefriend.com.

Creative Business Cup er ein altjóða íverksetarakapping har kappast verður um heiðurin at verða heimsins besti íverkseti innan kreativar vinnur.

Endamálið við kappingini er, at varpa ljós á og stuðla íverksetarum og fyritøkum í kreativu vinnuni, umframt at verða bindilið millum íverksetarar, íleggjarar og altjóða marknaðin. Í ár taka fleiri enn 70 lond lut í kappingini í Keypmannahavn.

Í Føroyum verður kappingin skipað sum eitt samstarv millum Vinnuframa, Íverksetarahúsið, Fróðskaparsetur Føroya og Hugskotið.

Vinnuframa ynskir Sverra Nolsøe góða eydnu! 

 

SEINASTU TÍÐINDI
11.04.2024
latest_news
Nýggj plastendurnýtslu móttøka hjá Mekanor í Klaksvík