25 okt. 2016

Ravn Watches fingið stuðul frá Vinnuframa

Niels Lassen Arge, er íverksetin handan Ravn Watches. Hann hevur sniðgivið eina røð av urum til harrar og damur.

Ravn Watches var á ur og á messu í Stockholm í september. Talan var um árligu altjóða messuna Precious og vóru yvir 150 merkir umboðað. Messan er serliga ætlað agentum, innkeyparum og handilsfólki, sum selja til handlar og handilsketur.

Luttøkan á messuni skapti stóran áhuga fyri føroyska urinum. Millum annað kom samband í lag við agentar, sum vístu ítøkiligan áhuga at umboða merkið í Norðurlondum.   

Ravn Watches kemur á marknaðin í november, og tá verður skipað fyri serligum tiltaki í Nomi Smykkur og Ur í SMS. 

Meira kann lesast um Ravn Watches á www.ravnwatches.com og á www.facebook.com/RavnWatches.

SEINASTU TÍÐINDI
11.04.2024
latest_news
Nýggj plastendurnýtslu móttøka hjá Mekanor í Klaksvík