Kunningarkafé um stuðul úr SME Instruments 14. nov.
Maria Húsgarð, føroyskt National Contact Point í Horizon 2020, fer at kunna um SME Instruments skipanina og umsóknartilgondina. Høvi verður at seta spurningar og at leita fram tilfar og upplýsingar á viðkomandi síðum. Hav teldu við!
SME Instrument veitir stuðul til smáar og miðalstórar fyritøkur, sum hava framleiðslu, tænastu ella annað, sum kann verða bjóðað út á marknaðir uttan fyri Føroyar.
Stuðulin er í fyrsta lagi til kanning av marknaðinum. Í øðrum lagi kann verða søkt um stuðul til menning av framleiðsluni.
Fundurin verður í Hugskotinum í Sjóvinnuhúsinum mikudagin 14. november. Byrjað verður kl. 13 og hildið verður á so leingi áhugi er.
SEINASTU TÍÐINDI

Starv leyst at søkja hjá Vinnuframa
Les meira

ÖDN WEAR skal umboða Føroyar í Arctic Future Challenge
Fyritøkan ÖDN WEAR er vald at umboða Føroyar í finaluni í Arcric Future Challenge, sum er ein kap…

Føroysku tilnevndu í Arctic Future Challenge
Innleiðandi umfar av arktisku kappingini fyri ungar íverksetar, Arctic Future Challenge, er av. T…