20 des. 2018

SME Instrument fasa-1 steðgar í 2019

ES kommissiónin hevur alment boðað frá, at seinasta ferð søkjast kann til fyrsta fasuna í SME Instrument verður í september 2019

Ein orsøk, sum víst verður til, er at SME Instrument 1 kemur áðrenn SME Instrument 2, tvs. at hesar verkætlanirnar verða mettar sum forkanningar til SME Instrument 2 og tí er rættast at steðga hesum fyrr enn SME Instrument 2.

Karmurin fyri skipanini við SME Instruments er Horizon2020, sum gongur til endan á 2020. Avleiðingin av at SME Instrument fasa 1 steðgar í 2019 er, at tað einans fer at bera til at søkja SME Instrument fasu 2 í 2020.

Tó at SME Instrument fasa 1 er forkanning til fasu 2, so ber til at søkja beinleiðis í fasu 2. Talan er tá um størri verkætlan, sum komið er longri við, so at forkanning ikki er neyðug.

ES kommissiónin hevur tó ikki dagført heimasíður og arbeiðsprogramm samsvarandi enn, men hetta verður væntandi gjørt í næstum.

SEINASTU TÍÐINDI
01.03.2024
latest_news
Flowcore hjálpir fyritøkum og stovnum at halda skil á innanhýsis dátum