29 mai. 2019

Born Global - tiltak um fyritøkur á altjóða marknaðinum (ókeypis)

Ein avbjóðing fyri føroyskar fyritøkur er, at heimamarknaðurin er lítil og tí kann vera alneyðugt at koma út á altjóða marknaðin, um fyritøkan skal vaksa. Áhugavert útflutningstiltak verður 13. Juni í Konghøll í Sjóvinnuhúsinum, har ið sjóneykan verður sett á altjóða marknaðin og føroyskar fyritøkur á altjóða marknaðinum

Á tiltakinum verður ljós varpað á avbjóðingarnar at koma út á altjóða marknaðin, hvussu føroyskar fyritøkur hava klárað hetta og hvørjar avbjóðingarnar eru við at virka á altjóða marknaðinum.

 Tað eru Vinnuframi, Hugskotið, Íverksetarahúsið, Framtak og Uttanríkis – og Vinnumálaráðið sum saman standa fyri tiltakinum.

 

Mads Faurholt-Jørgensen - Seriu íverkseti á altjóða marknaðinum

Ein sum hevur fingið sera góð úrslit við at koma út á altjóða markaðin, er danin Mads Faurholt-Jørgensen. Hóast sín unga aldur, hevur hann nógvar royndir sum íverkseti við fleiri fyritøkum á altjóða marknaðinum, og er hann í dag stjóri í stórari altjóða fyritøku innan fíggjartøkni, sum hann sjálvur hevur verið við til at seta á stovn, Nova Founders Capital.

Mads verður høvuðsfyrilestrarhaldari á tiltakinum. Við støði í sínum royndum, fer hann at hava eina gjøgnumgongd av nútíðar best-practice og fer at tosa um, hvat ið kemur at eyðkenna eina væleydnaða talgilda fyritøku í tí talgildu framtíðini og hvussu hann metir, at fyritøkur eiga at bera seg at á altjóða marknaðinum. Hann fer eisini at tosa um, hvat ið hann vildi gjørt øðrvísi um hann fór á marknaðin í dag og hvat hann hevur lært av sínum feilum.

Høvuðstøðið í fyrilestrinum kemur at vera, hvørjar leiðslustrategiir rigga og hvørji handilsmodel eru neyðug, fyri at eydnast væl í einari talgildari framtíð.

 

Fýra nýskapandi føroyskar fyritøkur á altjóða marknaðinum

Føroyar hava eisini fyritøkur, sum hava staðið seg væl á altjóða marknaðinum, og hava við boðið fýra teirra at koma og greiða frá teirra royndum.

KT- fyritøkan Farpay hevur lagt seg eftir útlendska marknaðinum áðrenn Fyritøkan vann prísin sum ársins íverkseti á Íverksetaradegnum herfyri og hevur fyritøkan havt stóra framgongd, síðani hon varð sett á stovn.

KT-fyritøkan Farpay fór eftir stuttari tíð út á altjóða marknaðin eftir at hava roynt seg við góðum úrslitum í Føroyum. Í dag hevur fyritøkan størsta partin av virksemi sínum uttanfyri Føroyar og hevur fyritøkan havt stóra framgongd síðani hon varð sett á stovn. Farpay vunnu eisini heiðurin sum ársins íverkseti á Íverksetaradegnum herfyri.

Guðrun & Guðrun er eisini ein føroysk fyritøka sum hevur gjørt um seg á altjóða marknaðinum. Fyritøkan hevur eydnast væl við marknaðarføringini av sínum vørum og hevur sostatt skapt ein altjóða eftirspurning tíðliga í tilgongdini.

JT – Electric hava fingið sær serkunnleika innan loysnir til fiskivinnuna og hevur tað eydnast sera væl hjá teimum, at fáa sínar vørur á altjóða marknaðin.

TUTL International arbeiða støðugt við at seta sjóneykuna á føroyskan tónleik uttanlands, og kemur umboð frá teimum at greiða frá, hvussu tey arbeiða við at fáa føroyskan tónleik útum landoddarnar.

Á tiltakinum kemur eisini Sigmundur Isfeldt úr Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum at greiða frá, hvussu ráðið stuðlar føroyskum fyritøkum, sum vilja út á áltjóða marknaðin.

Tiltakið verður sett kl 13 av landstýrismanninum í uttanríkis- og vinnumálaráðum, Poul Michelsen.

Øll eru hjartaliga vælkomin til tiltakið sum er ókeypis.

Tilmelding fer fram her: https://hugskotid.fo/skrseting-born-global

SEINASTU TÍÐINDI
16.09.2019
latest_news
Skrivari/samskipari hjá NATA og Vinnuframa
05.09.2019
latest_news
A unique and exciting job in the newly formed Faroe Music Export is open for applications now!

Faroe Music Export (FMX) is the Faroe Islands’ newly founded music export office. Its main object…

Les meira  
11.06.2019
latest_news
FAROEKNIT á BORN GLOBAL í Kongshøll 13. juni
Les meira