25 feb. 2020

Rasmus Bjerring Offersen, uppfinnara-ráðgevi, í Kongshøll 19. mars

Rasmus Bjerring Offersen hevur framløgu um patent á tiltakinum ’Patent og Copyright – Hvussu verjir tú tína framleiðslu?’ hósdagin 19. mars kl. 14 – 17 í Kongshøll. Tiltakið er ókeypis.

Sum serfrøðingur hevur Rasmus Bjerring Offersen hollar royndir innan tilgongdina hjá einum uppfinnara; hvussu farast skal fram, hvat skal gerast fyrst og hvør raðfylgja er tann besta – helst uttan at tað kostar nakað hjá uppfinnaranum.

Ramus Bjerring Offersen hevur starvast hjá Danmarks Teknologiske Institut sum ráðgevi hjá uppfinnarum síðani 1984.

Hann hevur uppbygt eina virðismiklað vitan um danskar fyritøkur og hevur eitt stórt netverk. Ramus Bjerring Offersen dámar sera væl at síggja hugskot vaksa og mennast, og at seta fólk og fyritøkur í samband við hvønn annan.

Tað sum kann gera Rasmus Bjerring Offersen findarglaðan er, tá tað eydnast at fáa samband og samstarv ímillum ein uppfinnara og eina fyritøku, og tá ein møguliga lisensavtala er undirskrivað.

 

SEINASTU TÍÐINDI
01.03.2024
latest_news
Flowcore hjálpir fyritøkum og stovnum at halda skil á innanhýsis dátum