03 mar. 2020

Kaspar Lindhardt, um rættindi hjá tónleikarum, í Kongshøll 19. mars

Kaspar Lindhardt, bassleikari og løgfrøðingur hjá KODA, hevur framløgu um rættindi á tónleikaframleiðslu á tiltakinum ”Patent & copyright – hvussu verjir tú tína framleiðslu” hósdagin 19. mars í Kongshøll. Tiltakið er ókeypis.

Kaspar er løgfrøðingur við segrein innan copyright. Dagliga starvast hann hjá KODA, á tiltakinum kemur hann at fortelja um copyright og ”faldegrupper indenfor samme”.

KODA felagsskapurin hevur síðan 1926 virka fyri at tónasmiðir fáa pengar fyri at teirra verk verða spæld. Høvðusendamálið er sostatt at samla inn pening fyri tónleik, sum verður spældur í almenna rúminum, og býta hetta út til tey, sum eiga rættindi til tónleikin.

SEINASTU TÍÐINDI
11.04.2024
latest_news
Nýggj plastendurnýtslu móttøka hjá Mekanor í Klaksvík