13 mai. 2020

Helgi Abrahamsen, landstýrismaður, bjóðar til Arctic Future Challenge

Kappingin er fyri ungir íverksetarar úr arktisku londunum, harímillum Føroyar. Tit kunnu melda til frá 11. mai

Hvørjir íverksetarar skulu umboða Føroyar í Arctic Future Challenge finaluni, sum verður í Íslandi í oktober?

 Øll kunnu tilnevna ungar íverksetarar, sum eru ímillum 18 og 29 ár her.

 Kappast verður í hesum bólkum: 

  • Ársins ungi íverksetari
  • Ársins unga íverksetarafyritøka
  • Besta íverksetaraverkætlan hjá ungum lesandi 

Kappingin er deild upp í fleiri umfør, har bæði almenningurin og ein dómsnevnd eru við til at finna vinnaran. Kappingin endar við einum "Award Show" á Arctic Circle ráðstevnuni í Íslandi í oktober. Tit kunnu lesa meira um kappingina og tilnevna ungar íverksetarar á arcticfuturechallenge.org

 

 

SEINASTU TÍÐINDI
11.04.2024
latest_news
Nýggj plastendurnýtslu móttøka hjá Mekanor í Klaksvík