22 sep. 2022

Tiltak um Patent og Copyright í Reinsarínum (ókeypis)

Patent fyllur ofta nógv hjá íverksetarum og uppfinnarum av nýskapandi vørum. Orka og peningur eru løgd í at menna vøruna, og tað er týdningarmikið, at hugskotið ikki verður kopierað. At fáa sær patent, kann tó vísa seg at verða sera orkukrevjandi og kostnaðarmikið. Spurningurin er eisini, hvussu farast skal fram, um vøran verður kopierað.

Rasmus Bjerring Offersen, uppfinnara-ráðgevi hjá Danmarks Teknologiske Institut, fer at greiða frá tilgongdini í samband við at verja vøruna og í hvørjum føri, tað er skilagott at fáa sær patent.

Hoyr eisini eina persónliga søgu um, tá tað ringasta hendir - at vøran verður kopierað. 

Tónleikavinnan hevur verið undir stórum trýsti seinastu árini. Tað er ómakaleyst hjá brúkarum at taka løg ókeypis niður av netinum og tónleikur verður spældur allastaðni í almenna rúminum. Spurningurin er, hvussu tónleikarar kunnu tryggja sær inntøkur fyri teirra tónlist.

Jakob Thors, løgfrøðingur hjá KODA og jazzbassistur í heimsflokki, fer at greiða frá rættindunum hjá tónleikarum.

Føroyska filmsvinnan er í stórum vøkstri og verður alsamt meira yrkislig. Innan filmsframleiðslu er ein ørgrynna av rættindum og avtalum at halda stýr á.

Katrine Schlüter Schierbeck, løgfrøðingur hjá The Law Factory, fer at greiða frá rættindum og avtalum, sum filmsframleiðarar skulu tryggja sær, tá farið verður undir at framleiða ein film.

Katrine Schlüter Schierbeck arbeiðir sum advokatur fyri donsk og skandinavisk films/sjónvarps-framleiðslufeløg. Seinastu projektini, sum hon hevur arbeitt við eru ‘The Kindness Of Strangers’, ‘Distant Sound Of Barking Dogs’, ‘Ser Du Månen, Daniel’, ‘Forhøret/The Interrogation’ og ‘Fred Til Lands/Deliver Us´.

Tónleikavinnan og filmsvinnan verða meira og meira samantvinnaðar. Tónleikur hevur stóran týdning í filmsframleiðslu og sjónbond er viðvirkandi til, at tónleikaløg fáa eina eyka dimensjón.

Høgni Lisberg, tónleikari og stovnari av Mahogni Music Publishing, fer at greiða frá virksemi sínum, og hvussu føroyskur tónleikur kann gerast ein nátturligur partur av altjóða filmsframleiðslu.    

Aftaná framløgurnar verður høvi til at práta við hvønn annan og serfrøðingarnar og fáa tykkum ábit og okkurt leskiligt afturvið.

Komandi tiltøk
02 sep. 2022
Seinasta freist at lata umsókn inn um stuðul til stýrisfundin 9. september 2022
Les meira
09 sep. 2022
Stýrisfundur
Les meira
22 sep. 2022
latest_news
Tiltak um Patent og Copyright í Reinsarínum (ókeypis)

Patent fyllur ofta nógv hjá íverksetarum og uppfinnarum av nýskapandi vørum. Orka og peningur eru…

Les meira
30 sep. 2022
Seinasta freist at lata umsókn inn um stuðul til stýrisfundin 7. oktober 2022
Les meira
07 okt. 2022
Stýrisfundur
Les meira
26 okt. 2022
Seinasta freist at lata umsókn inn um stuðul til stýrisfundin 2. november 2022
Les meira
02 nov. 2022
Stýrisfundur
Les meira
30 nov. 2022
Seinasta freist at lata umsókn inn um stuðul til stýrisfundin 7. desember 2022
Les meira
07 des. 2022
Stýrisfundur
Les meira