29 jan. 2022

Samrøðuspæl til eldraøki

Ólavur Højgaard hevur ment Samrøðuspælið, sum kann skapa hugna og samrøður millum búfólk og vitjandi á ellis- og røktarheimum

 

 

Ólavur Højgaard eigur felagið Talu og Hoyrn, sum hevur ment Samrøðuspælið. 

Áhugin hjá Ólavi fyri skapandi vinnuni er eyðsæddur. Sum talu- og hoyriráðgevi á Sernám, hevur hann verið sera kreativur og í stóran mun sjálvur framleitt tilfar í samband við arbeiðið. 

Tørvin fyri einum mennandi og undirhaldandi spæli til búfólk á ellis- og røktarheimum sá Ólavur, tá hann vitjaði mammu sína á Grønanesheiminum. Hann byrjaði at taka myndir úr lokalumhvørvinum av skipum, bygningum og náttúrini, fyri at stimbra til samrøður við búfólkini. Hettar vísti seg at eydnast sera væl og búfólkini tóku sera væl ímóti initiativinum.

Seinastu tvey árini hevur Ólavur arbeitt við at víðarimenna spælið og gera tað yrkisligt. Samrøðuspælið verður skræddaraseymað til tað øki, har búfólkini búgva, tí tað er týdningarmikið, at búfólkini síggja myndir av nøkrum, sum tey kenna aftur. Í hesum sambandi ferðast Ólavur Højgaard kring landið og tekur myndir við sínum kodak myndatóli.  

 Samrøðuspælið er gjørt í samstarvi við Sendistovuna og við stuðli frá Vinnuframa og Mentanargrunni Landsins. 

  

 

 

 

 

 

SEINASTU TÍÐINDI
11.04.2024
latest_news
Nýggj plastendurnýtslu móttøka hjá Mekanor í Klaksvík