Undir hesari stuðulsskipanini er møguleiki fyri, at fleiri aktørar í vinnuni í felag søkja um stuðul.
Til dømis kunnu fleiri aktørar innan eina ávísa vinnugrein sláa seg saman at gera eitt søluátak, ella luttaka saman á einum sølutiltaki uttanlands.
Tað kann eisini vera eitt áhugalíknandi felag, hvørs endamál er at betra um atgongdina til marknaðin hjá fleiri aktørum innan eina vinnugrein.
Stuðul verður ikki veittur til lønarútreiðslur til starvsfólk í fyritøkuni.
Stuðlast kann við upp til 100% av verkætlanarkostnaðinum.