Umsóknir

Umsókn skal sendast Vinnuframa á serligum umsóknarblaði saman við fylgiskjølum, ið lýsa verkætlanina. Vanliga skulu í minsta lagi hesar upplýsingar vera til skjals:

  • Endamál við verkætlanini
  • Gjøllig lýsing av verkætlanini
  • Upplýsingar um fyriskipan av verkætlanini
  • Nágreinilig tíðarætlan 
  • Frágreiðing um hvussu verkætlanin skapar framtíðar vinnuligt virksemi fyri felagið
  • Upplýsingar um felagið
  • Upplýsingar um samstarvspartar
  • Upplýsingar um verkætlanarleiðara
  • Útgreinað kostnaðarætlan fyri verkætlanina
  • Útgreinað fíggingarætlan fyri verkætlanina
  • Umsóknin skal vera undirskrivað av stjóra ella øðrum leiðslupersóni, ið hevur heimild

Umsøkjarar er vælkomin at venda sær til Vinnuframa um ítøkiligari leiðbeining.

Faldari um stuðulskipanirnar og almennar reglur kann takast niður her

Frymil til at gera eina framløgu av verkætlanini kann takast niður her