Menning

Føroyskir íverksetarar og fyritøkur kunnu søkja um stuðul til menning av vørum og tænastum. 

Talan kann eisini vera um menning av prototypum.

 Vøran, ella tænastan, skal vera munandi øðrvísi frá verandi vørum, ella tænastum, ella hava ein serstakan kappingarfyrimun í mun til aðrar loysnir á marknaðinum.

 Stuðlast kann við upp til 100% av verkætlanarkostnaðinum.