Nýhugsan innan føroyskar ullvørur við træðrum úr søguni
‘The Wool Islands’ tekur okkum við á ferð frá tá ull var gull til dagin í dag - frá útflutning av hosum og undirklæðum til catwalk anno 2022
‘The Wool Islands’ er ein heimildar/promotionfilm, ið lýsur mentanarliga og søguliga týdningin av binding í Føroyum, føroysku ullina og tey ymsu merkini, sum selja ávíkavist ull og hondbundið í Føroyum.
Filmurin økir um áhugan fyri nýmótans merkjunum í Føroyum við sølu fyri eyga í útlandinum samstundis, sum hann gevur áhugaverda kunning og forteljing um binding og ull í Føroyum. Filmurin hevur eitt beinleiðis sølufremjandi virði fyri tey sum selja og eisini eitt virði fyri tey, sum ynskja at fortelja um okkara mentan og upphav - bæði sum beinleiðis forteljing, men eisini óbeinleiðis til at skapa størri áhuga fyri Føroyum sum ferðamál.
Merkini Shisa Brand, Steinum, Einstakt, Guðrun & Guðrun og Navia presentera teirra vørur umframt, at sjáldsom gomul filmsbrot fortelja søguni um føroysku ullina.
‘Bæði í Ullvøruhúsinum og hjá Guðrun & Guðrun vísa kundar til filmin, sum tey hava sæð umborð á Atlantic Airways’, sigur Sissal Kristiansen.
Filmurin kann finnast á youtube, á heimasíðuni thewoolislands.com, á onflight wifi umborð hjá Atlantic Airways og hjá Visit Faroe Islands.
Vinnuframi hevur stuðlað framleiðsluni av filminum.