09 nov. 2018

Hydroponisk velting av salati, kryddurtum og berum

Næla Sp/f er farið í holt við at menna ein nýggjan hátt at velta grønmeti og ber í Føroyum. Hydroponiska veltingin fer fram í gamla bygninginum hjá Bacalao í Havn

 Velting av grønmeti á Bacalao

Inni í gamla bygninginum hjá Bacalao á Vestara Bryggju er myrkt, kalt og vátligt. Veggirnir eru úr gomlum gráum betongi. Ein strammur fiskaroykur rakar næsagluggarnar, tá tú traðkar innum.

Uppi á aðru hædd, í endanum av einum labyrinti av stórum tómum hølum, liggur ein stór høll. Har standa trý svørt afturlatin tjøld. Tað størsta er umleið 20 metur langt og 5 metur breitt. Á betonggólvinum eru ymiskir kassar úr spønplátum, plastikkdunkar og gummislangur.

Jesper Svenningsen er verkætlanarleiðari í felagnum Næla Sp/f. Teir eru tilsamans seks mans, sum eru farnir undir at menna hydroponiska plantuvelting í hølinum hjá Bacalao. Teir arbeiða við verkætlanini í frítíðini, og hava allir lagt nógvar tímar í verkætlanina. Teir hava eisini fíggjað ein stóran part úr egnum lumma.

Stýra umhvørvinum sjálvir

Endamálið við verkætlanini er at velta salat, kryddurtir og ber eftir hydroponiskum háttalagi. Hetta merkir, at plantur verða veltar uttan mold.

‘Fyrimunurin við hesum háttalagi er, at tú stýrir umhvørvinum fullkomiliga sjálvur. Vit stýra bæði hitanum og ventilatiónina, og í tanganum stýra vit ph-virðinum og føðsluevnunum’, sigur Jesper Svenningsen.  

Jesper Svenningsen letur snarlásið á hurðini í tí stóra tjaldinum upp. Tjaldið er silvurlit innan. Fýrkantaðar lampur hanga niður úr loftinum. Ljósið er blátt, lilla og ljósareytt.

Fleiri hvítar kanalir av plastikki, umleið 20 metur langar og 10 sentimetur breiðar, standa lið um lið. Smáir pottar, onkrir við smáum spírum, aðrir við stórum salathøvdum og kryddurtum, standa í hvør sínum holi í kanalunum. Grønmetið verður velt í tilfari, sum líkist rockwool.  

 Burðardygg velting av grønmeti og berum

Stigtakararnir ynskja at betra um grundarlagið fyri eginveiting av grønmeti og berum í Føroyum. Stórur dentur verður lagdur á at fremja burðardygga framleiðslu og matvørutrygd.

Royndir verða gjørdar við at tilseta føroyskt taraekstrakt afturat teimum føðsluevnunum, sum í løtuni verða nýtt. Vónin er bara at nýta taraúrdrátt sum føðsluevni í framtíðini.   

 ‘Alt hetta er komið í lag við stuðli frá Vinnuframa. Uttan hendan stuðulin høvdu vit slettis ikki verið komnir so langt. Nú arbeiða vit víðari við menningini og at finna rætta marknaðin til okkara vørum’ sigur Jesper Svenningsen.  

SEINASTU TÍÐINDI
11.04.2024
latest_news
Nýggj plastendurnýtslu móttøka hjá Mekanor í Klaksvík