Nýggj plastendurnýtslu móttøka hjá Mekanor í Klaksvík
Plastúrdráttur frá alivinnuni verður viðgjørt til endurnýtslu til føroyskar fyritøkur, sum síðani kunnu brúka tað til framleiðslu av plastvørum og til útlendska marknaðin
Mekanor heldur til niðri á vestara havnalagnum í Klaksvík.
Kjartan E. Hansen, sum hevur tveir mans afturat sær, hevur keypt maskinur til eina endurnýtslu móttøku. Teir hava nógv at gera í løtuni. Maskinurnar eru í gongd hvønn dag.
“Prísurin gongur rætta vegin í løtuni. Tað er stórur eftirspurningur á altjóða marknaðinum og tað er stak hugaligt”, sigur Kjartan.
Í fyrsta umfarið verður tikið ímóti plastúrdrátti frá alivinnuni, til dømis fóðurrør, sum hava luttfallsliga stutta livitíð upp á umleið fýra ár.
Mekanor hevur samstarvað við alivinnuni síðani 1990´ini, millum annað við upprudding av plastúrdrátti. Kjartan hevur í longri tíð hugsa, at tað átti at verið gjørt okkurt við støðuna. Spell, at plastúrdrátturin verður koyrdir í ovnin og/ella niðan í hagan til tyrvingar. Eisini fer ein partur av landinum í heilum rørum. Tað er kostnaðarmikið at sleppa av við plast.
Í Føroyum eru tað Look North í Klaksvík, Poloplast í Havn og Vestpack í Vestmanna, sum eftirspyrja plast.
Mekanor kann, sum nú er, bert taka ímóti PE plast, men tað eru stórar møguleikar í Føroyum við til dømis plastfløskur og øðrum, sum tað væl ber til at endurnýta.
Mekanor hevur gjørt avtalu við ein danskan avtakara sum kann gera granulati til plastperlur til víðari sølu. Tey ynskja at tað taka keypa alt tað tey kunnu fáa.
Kríggi í Ukraine, støðan í Miðeystri og tað, at ein stór verksmiðja í Fraklandi brendi niður fyri stuttum ger, at tað er trot á altjóða marknaðinum.
Plast úr granulat (PE plast) kann endurnýtast upp til átta ferðir.
Vinnuframi hevur stuðlað plastendurnýtslu móttøkuna hjá Mekanor.
SEINASTU TÍÐINDI
Flowcore hjálpir fyritøkum og stovnum at halda skil á innanhýsis dátum