Í filminum omanfyri greiður Rasmus Bjerring Offersen frá um patent tilgongdina á tiltakinum Patent & Copyright í Reinsarínum 22. september 2022.
Power Point framløgan hjá Rasmus Bjerring Offersen kann takast niður her
Ramus Bjerring Offersen hevur starvast hjá Danmarks Teknologiske Institut sum ráðgevi hjá uppfinnarum síðani 1984. Sum serfrøðingur, hevur hann hollar royndir innan tilgongdina hjá einum uppfinnara; hvussu farast skal fram, hvat skal gerast fyrst og hvør raðfylgja er tann besta. Helst uttan, at tað kostar nakað hjá uppfinnaranum.
Patent fyllur ofta nógv hjá íverksetarum og uppfinnarum av nýskapandi vørum. Orka og peningur eru løgd í at menna vøruna, og tað kann verða týdningarmikið, at hugskotið ikki verður kopierað. At fáa sær patent, kann tó vísa seg at verða sera orkukrevjandi og kostnaðarmikið.
Kunning um evnið kann fáast við at venda sær til Patent- og Varemærkestyrelsn í Danmark, sí link her: https://www.dkpto.dk/
Danmarks Teknologiske Institut hevur eina ráðgevingaradeild til uppfinnarar. Nærri kunning kann fást her: https://opfind.nu/
Um tað eru spurningar kunnu tit venda tykkum til Vinnuframa á telefon 203300 ella vinnuframi@vinnuframi.fo