Játtanir
Játtanir eru grundaðar á, at upplýsingar, sum eru fingnar frá umsøkjaranum í umsóknini, ella á annan hátt undir saksviðgerðini, eru rættar.
Studningurin er treytaður av, at umsøkjarin fylgir egnum ætlanum fyri verkætlanini. Um týðandi broytingar verða gjørdar, skal umsókn sendast grunninum um at góðtaka broytingina.
Avhending av játtan við transporti verður ikki givin.