31 jan. 2023

Altjóða kavara instruktørskeið í Føroyum

Bogi Krossteig hevur fingið framleitt ein lýsingarfilm, sum skal eggja yrkisligar kavarar at koma til Føroyar á kavaraskeið

 

“Føroyar er ein sonn perla, hvat viðvíkur kaving, og er tað ongastaðni líka í heiminum, sum her hjá okkum” sigur Bogi Krossteig.

 Ætlanin er, at lýsingarfilmurin skal varpa ljós á Føroyar sum eitt serstakt kavarastað, og at tað nú er møguligt at fáa kavaraskeið í Føroyum. Málbólkurin er yrkisligir kavarar, sum leita sær eftir onkrum nýggjum og heilt serligum upplivingum.

Lýsingarfilmurin verður lýstur á sosialum miðlum og eisini fer PADI (Professionel Association of Diving Instructors) at deila filmin á teirra miðlum og heimasíðu.

Vinnuframi hevur stuðlað framleiðsluni av lýsingarfilminum.

SEINASTU TÍÐINDI
27.10.2026
latest_news
Nordic Innovation is looking for a Chief Communications Officer (CCO)

As Chief Communications Officer (CCO) at Nordic Innovation, you will be responsible for positioni…

Les meira  
15.08.2025
latest_news
Vaksandi áhugi fyri skjótgangandi arbeiðsbátum frá Brim Boats