Stýrisfundir

Stýrisfundir eru mánaðarliga. Umsóknir skulu vera Vinnuframa í hendi í seinasta lagi eina viku áðrenn stýrisfundin. Er talan um tekniskar verkætlanir, kann verða neyðugt at senda umsóknina til uttanhýsis metara. Hetta kann seinka viðgerðini nakað, og tí skulu hesar umsóknir latast Vinnuframa tríggjar vikur áðrenn fundin.

Freistir at søkja um stuðul kunnu finnast í kalendaranum á forsíðuni, ovast til høgru.