02 feb. 2023

Menning av hátøkni-flakamaskinu til hvítfisk

Petur Larsen P/F hevur ment nýggja flakamaskinu til smærri virkir, sum lýkur øll nýtímans krøv til úrtøku, dygd og reinføri til kappingarførar prísir

 

Petur Larsen serviserar hvítfiskavirkir í Føroyum, sum øll brúka Baader flakamaskinur. Harafturat serviserar Petur Larsen eisini fiskavirkir runt um í heiminum, til dømis í Danmark, Grønlandi, Norra, Polen, USA, Kanada og New Foundlandi.

Menningin og úrvalið innan flakamaskinur til hvítfisk, serliga til smærri virkir, er sera avmarkað. Fiskavirkini brúka í stóran mun gamlar BAADER maskinur, sum hava trupulleikar við úrtøkuni. Petur Larsen hevur í hesum sambandi leypandi ment lutir og útgerð, sum optimerar tær gomlu BAADER maskinurnar, so viðskiftafólkini kunnu fáa størri úrtøku og penari fløk.

Krøvini frá myndugleikunum og marknaðinum til reinføri, tilfar og trygd vaksa alsamt. Harafturat ynskja viðskiftafólkini at fáa atgongd til dátur og upplýsingar frá flakamaskinunum, sum millum annað kunnu brúkast til at optimera raksturin og til at spora vøruna frá veiðu til døgurðaborðið.

Øll omanfyrinevndu viðurskifti hava Petur Larsen tikið atlit til í menningini av nýggju flakamaskinuni Baader 189 Pro.

Vinnuframi hevur stuðlað menningini av nýggju flakamaskinuni.

 

 

SEINASTU TÍÐINDI
11.04.2024
latest_news
Nýggj plastendurnýtslu móttøka hjá Mekanor í Klaksvík