Stuðul

Her kanst tú fáa yvirlit yvir møguleikarnar fyri at søkja um stuðul til vinnufremjandi endamál. 

 

 

Niðanfyri er stutt lýsing av stuðulskipanunum og leinkjur til meira kunning og leiðbeining.  

Vinnuframi

Søkjast kann um stuðul átta til níggju ferðir um árið.

"Endamálið hjá Vinnuframa er at stuðla tiltøkum sum fjøltátta vinnulívið og økja um nýtsluna av vitan.

Vinnuframi veitir ikki stuðul til vanligan rakstur og íløgur, uttan so, at íløgan er avgerandi partur av menningi av nýggjum vinnuvegum, ið ikki eru kappingaravlagandi. 

Tøki peningurin til stuðulsjáttanir eru árligu játtanirnar á fíggjarløgtingslógini, inntøkurnar hjá grunninum og ársúrslitið hjá grunninum frá undanfarnum ári", Vinnuframi.

Vinnuframi hevur tríggjar stuðulsskipanir: Ráðgeving, Søla og Menning.

Les meira her

Fiskivinnuroyndir

Søkjast kann um stuðul eina til tvær ferðir um árið. 

"Stevnan fyri fiskivinnuroyndir er at fremja royndir og kanningar – bæði praktiskar, vinnuligar og vísindaligar, ið menna og økja um framleidni í føroyskari fiskivinnu við atliti at lívfrøðiligari, búskaparligari og samfelagsligari burðardyggari gagnnýtslu av havtilfanginum", Fiskivinnugransking.

 Les meira her

Granskingarráðið

Søkjast kann um stuðul eina ferð um árið. Í mong ár hevur umsóknarfreistin verið 15. februar. 

"Granskingargrunnurin er sjálvstøðugur stovnur, sum hevur til endamáls at stuðla gransking. 

Granskingarráðið hevur tvey høvuðsarbeiðsøki:
At ráðgeva landsstýri og vinnu í granskingarpolitiskum spurningum
At umsita Granskingargrunnin, sum veitir fígging til gransking og menning

Granskingargrunnurin skal vera virkin fyri, at granskingarførleikin mennist, eitt nú við at stuðla ph.d. lestri og øðrum vísindaligum útbúgvingum eftir kandidatstig. Eisini skal grunnurin stuðla granskingarætlanum, bæði tá tað snýr seg um grundgransking og endamálsgransking. Granskingargrunnurin fær eina árliga játtan á fíggjarlógini at luta út til stuðul til gransking. 

Grunnurin skal skapa neyðugu fyritreytirnar fyri gransking og menning - bæði viðvíkjandi útvegan av tilfari, og tá tað snýr seg um at menna fysiska og tøkniliga umhvørvið", Granskingarráðið.

Les meira her

NATA - Nordic Tourist Association

Søkjast kann um stuðul tvær ferðir um árið, vanliga í februar og í september.

"NATA yder støtte til projekter, som afspejler vores mission om at fremme samarbejdet inden for turisme mellem Grønland, Island og Færøerne.   

Alle i regionen kan søge om NATA-finansiering – lige fra enkeltpersoner til organisationer og virksomheder. Vi tilbyder støtte inden for to områder:

Turismeudvikling og markedsføring
Rejsestøtte til skoler, sportsudflugter og kulturel udveksling", NATA.
Les meira her 

 NORA - Norrønt Atlantssamstarv

Søkjast kann um stuðul tvær ferðir um árið, vanliga í mai og í oktober.

"NORA bevilger støtte til samarbejdsprojekter, som inddrager partnere fra mindst to af de fire NORA-lande (Grønland, Island, Færøerne og Kystnorge).

Fælles for projekterne er, at de skal være relevante i forhold til organisationens overordnede målsætning: at skabe en stærk og dynamisk nordatlantisk region, som kendetegnes af stærke og bærekraftige økonomier. Det er muligt for alle – firmaer, offentlige institutioner, privatpersoner mv. – at søge", NORA.

Les meira her

Nordic Innovation House

"Innovation House is a unique Nordic collaboration between Denmark, Sweden, Norway, Finland and Iceland. We are a bridge connecting the cold corners of the globe with the main hotspots around the world.

With backing from Nordic Innovation and the Nordic Council of Ministers, we bring Nordic entrepreneurship, values, and our way of doing business to the global innovation ecosystem.

We bring together the most innovative entrepreneurs, all working to connect the dots – and getting connected. We offer an extended hand to help making yesterday’s problems tomorrow’s billion-dollar solution" Innovation House.

Les meira her

Nordic Innovation

Nordic innovation veitir stuðul til norðurlendskt nýskapanarsamstarv.  

"Nordic Innovation is a Nordic organisation working to promote cross-border trade and innovation.
Nordic Innovation is funded by the Nordic Council of Ministers, which is the official inter-governmental body for cooperation in the Nordic region.

The Nordic cooperation consists of Sweden, Denmark, Norway, Finland and Iceland, in addition to the self-governing areas of Greenland, the Faroe Islands and Åland. With its 26 million inhabitants, the Nordic cooperation is one of the most comprehensive regional partnerships anywhere in the world.

Nordic Innovation is a vital instrument for the Nordic ministers of business, energy and regional policies and shall contribute to make the Nordic region a leading region for sustainable growth, and increase entrepreneurship, innovation and competitiveness in the Nordic region.

Nordic Innovation supports projects and programmes to stimulate innovation and works to improve the framework conditions for Nordic markets and exports.
Nordic Innovation has an annual budget of appx. NOK 80 million", Nordic Innovation.

Les meira her 

Mentanargrunnurin

Søkjast kann um stuðul tríggjar til fýra ferðir um árið.

"Endamál grunsins er at styðja starv fyri føroyskum máli, bókmentum, list, vísindum og øðrum mentanarmálum, bæði hjá leikum og lærdum.
Grunnurin skal serliga stuðla tiltøkum og verkætlanum, sum kveikja og menna føroyska myndlist, tónlist, bókmentir, sjónleik og aðra list, sum kann javnmetast við hesar listagreinir", Mentanargrunnurin.

Les meira her

Norðurlendskur mentanarstuðul

Aðrir mentanarligir stuðulsmøguleikar eru uttanlands; millum annað í Nordisk Kulturfond, Dansk-Færøsk Kulturfond og Norðurlandaráðið (Nordisk Ministerråd) gjøgnum Nordisk kulturkontakt.

Nordisk Kulturfond
Søkjast kann um stuðul tríggja ferðir um árið.

"Søkt kann verða um stuðul úr norðurlendska mentanargrunninum Nordisk Kulturfond. Grunnurin er ein norðurlendskur samstarvsstovnur, hvørs uppgáva er at stuðla mentanarsamstarvi millum norðurlondini.

Grunnurin fevnir breitt um mentan og list og er bæði fyri yrkislærd og leik. Grunnurin veitir stuðul til tiltøk, sum eru sermerkt av góðsku framskygni, atkomuligheit og ymiskleika, og sum eru mennandi fyri bæði siðbundar og nýggjar arbeiðshættir.

Stuðul verður veittur til t.d. ráðstevnur, konsertir, ferðir/turnéer, framsýningar, festivalar og granskingar- og útbúgvingarverkætlanir. Verkætlanir kunnu bæði vera í ella uttan fyri Norðurlond", Mentamálaráðið.

Nordisk Kulturfond letur árliga uml. 29 mió. kr. í stuðli.

Les meira her

Dansk-Færøsk Kulturfond
Søkjast kann eina ferð um árið.

"Søkt kann verða um stuðul úr Dansk-Færøsk Kulturfond til ymisk mentanarendamál.

Dansk-Færøsk Kulturfond varð settur á stovn í 1951 sbrt. avtalu millum donsku stjórnina og Føroya landsstýri.

Grunnurin er grundaður á afturgjalding av lánum, sum statskassin veitti føroyingum, íð av lestrarávum ella øðrum ávum búðu í Danmark undir seinna heimsbardaga, tá sambandið millum Føroyar og Danmark varð kvett. Grunnurin hevur síðan fingið meir pening, og fæið er í dag uml. 5 mió. kr.

Grundarlagið undir grunninum er ein fundatsur frá 1955. Sbrt. fundatsinum er endamál grunsins at fremja ”andliga sambandið millum Føroyar og restina av danska ríkinum”. Í hesum liggur mentanarflutningur í breiðari merking millum Føroyar og Danmark og eisini millum Føroyar og Grønland", Mentamálaráðið

Les meira her

Nordisk Kulturkontakt 
"Søkt kann verða um norðurlendskan stuðul gjøgnum Kulturkontakt Nord, ið er stovnur undir Norðurlandaráðnum, ið varð stovnsettur í januar 2007. Stuðul verður veittur innan trý høvuðsøki: flytføri (herundir til netverk) & búdeplar, mentan & list og telduspøl.

Skrivstovan heldur til í Sveaborg í Helsingfors og hevur til uppgávu at umsita, kunna og samskipa norðurlendska mentanarsamstarvið", Mentamálaráðið. 

Les meira her

Kunning kann eisini fáast við at venda sær til Norðurlandahúsið.

Norðurlandahúsið
"Endamálið hjá Norðurlandahúsinum er fyrst og fremst at miðla norðurlendska mentan til Føroya og føroyska mentan til Norðurlond. Norðurlandahúsið skal harumframt stuðla føroyskum mentanarlívi í tøttum samstarvi við føroysk mentanarfólk.

Norðurlandahúsið í Føroyum skal vera amboð og verkstaður fyri nýskapandi fyritaksemi, sum styrkir Norðurlond og Føroyar í alheimsgeringini. Húsið skal eisini samstarva við føroyska ferðavinnu og føroyskt vinnulív til tess at fremja ráðstevnu- og fundarvirksemi í Norðurlandahúsinum og í Føroyum.

Eisini skal Norðurlandahúsið í Føroyum vera opið fyri nýggjum uppgávum, sum hava støði í raðfestingum hjá Ráðharraráði Norðurlanda. Les meir um Norðurlandahúsið á heimasíðu húsins", Norðurlandahúsið.

Norðurlandahúsið verður fíggjað av Ráðharraráði Norðurlanda við 92 prosentum og Føroya Landsstýri við 8 prosentum.

Les meira her

Endurgjald til filmsverkætlanir

 Í desember 2017 varð lógin um um afturbering av útreiðslum til filmsframleiðslu í Føroyum viðtikin. 

 Lógin kann finnast her

Filmhúsið varðar av umsóknum um stuðul. 

Les meira her

Stuðulsskipanir undir Mentamálaráðnum til mentan, film og list 

Mentanarlig tiltøk
Á fíggjarlógini verður peningur settur av til mentan og list, ið Mentamálaráðið umsitur. Lýst verður við stuðulsmøguleikunum umleið 1. februar við umsóknarfreist 15. mars á hvørjum ári.

Stuðul til myndlistafólk
Peningur er settur av á løgtingsfíggjarlógini til stuðul til myndlistafólk. Listafólk, sum eru undir útbúgving, kunnu søkja. Yrkislistafólk kunnu søkja um stuðul til eftirútbúgving og til námsferðir.

Tá stuðul verður játtaður, verður raðfest í fyrstu atløgu at veita yrkislistafólkum stuðul og í aðru atløgu umsøkjarum, ið eru á eini listarligari yrkisleið.

Stuðul til film
Peningur er settur av á løgtingsfíggjarlógini til stuðul til film. Einstaklingar, bólkar og feløg kunnu søkja um stuðul til ymsar tættir innan filmsgerð, harundir søgu- og hugskotsmenning, undanframleiðslu, framleiðslu, eftirframleiðslu og útbreiðslu. Umsóknarfreistirnar eru 1. februar og 1. september.

Yrkisleiklist
Sambært lógini um Tjóðpall Føroya er ein serlig játtan til yrkisleik. Lýst verður vanliga í oktober við umsóknarfreist miðjan november. Umsóknirnar skulu sendast Mentamálaráðnum, meðan tað er Leiklistaráðið, ið ger tilmæli til landsstýrismannin um stuðulsveitingarnar. 

Áhugaleikur
Peningur er settur av á fíggjarlógini til áhugaleik. Meginfelag áhugaleikara Føroya (MáF) umsitur henda stuðul.

Loftbrúgv til listafólk 
Loftbrúgv til listafólk er eitt samstarv millum Norðurlandahúsið í Føroyum, Tórshavnar kommunu, Atlantic Airways og Mentamálaráðið. Endamálið er at breiða kunnleikan um føroyska mentan í útlondum við at stuðla dansarum, filmsfólkum, myndlistafólkum, rithøvundum, sjónleikarum, tónleikarum og øðrum við loftvegis flutningi til útlond og aftur í sambandi við verkætlanir ella tiltøk uttan fyri Føroyar. Les meir um stuðulsskipanina og finn umsøknarblað her 

Barna- og ungdómsarbeiði
Mentamálaráðið umsitur 15% av veddingarpengunum, sum verða nýttir til barna- og ungdómsarbeiði. Til ber at søkja um stuðul av hesi játtan til tiltøk til børn og ung, tá ið lýst verður umleið 1. februar við umsóknarfreist 15. apríl.

Rakstrarstuðul
Mentamálaráðið letur eisini rakstrarstuðul til ymisk listalig og mentanarlig meginfeløg at røkja áhugamál limanna.

Nevnast kunnu Listafólkasamband Føroya (LISA), Sláið Ring, Føroya Ungdómsráð (FUR), Kórsamband Føroya og Føroya Konsertfelag. Eisini stovnar og onnur fáa stuðul, t.d. Føroyahúsið í Keypmannahavn og Føroya Symfoniorkestur.

Vitja heimasíðuna hjá Mentamálaráðið á www.mmr.fo

FarLit 

"FarLit – an abbreviation of Faroese Literature - is a project that promotes awareness of Faroese literature on the international book market. FarLit is funded by the Ministry of Culture.

Publishers who wish to translate and publish original Faroese works can apply for translation and production grants from two different foundations in the Faroe Islands:

Nordic publishers
Nordic Publishers who wish to translate and publish original Faroese works can apply for support from the Nordic Translation Grant. The grant is administered by FarLit and deadlines are 1 April and 1 October every year.

International publishers
International publishers who wish to translate and publish original Faroese works can apply for support from the Faroese National Culture Fond (Mentanargrunnur Landsins). The grant is administered by the fond itself, they meet 4 times a year and announce the dead-line after every meeting. You can find the application form in English", FarLit

Les meira her

Stuðul til menning á útoyggj

Søkjast kann um stuðul eina ferð um árið.

"Heilsu- og innlendismálaráðið umsitur eina játtan, hvørs endamál er at stuðla tiltøkum á útoyggjum, sum virka mennandi fyri útoyggjar.

Stuðul kann veitast einstaklingum, virkjum, feløgum og kommunum. Játtanin verður umsitin sambært reglugerð um stuðul til útoyggjamenning. Játtanin er á 800 tús. kr.", Heilsu- og Innlendismálaráðið

 Les meira her

Skipasmiðjustuðul

Søkjast kann um stuðul alt árið. 

Sambært Løgtingslóg kann veitast føroyskum skipa- og bátasmiðjum 8% í studningi av sáttmálaprísinum til nýbygging og umbygging av flótandi eindum.

Føroyskar skipa- og bátasmiðjur og onnur kunnu søkja Vinnuframa, ið umsitur stuðul til skipasmiðjur, um stuðul at byggja og umbyggja skip, bátar og aðrar flótandi eindir.

Umsókn um stuðul skal sendast Vinnuframa á serligum umsóknarblaði, hjáløgd neyðug fylgiskjøl.

Umsókn skal verða send Vinnuframa, áðrenn farið er at byggja.

Búagrunnurin

 Søkjast kann um stuðul eina ferð um árið.

"Búagrunnurin hevur til endamáls at stuðla føroyskum vinnulívi, serliga fiskivinnuni.

Grunnurin er skipaður við viðtøkum, góðkendar av forsætismálaráðnum í 1952, og teir fimm nevndarlimirnir verða valdir sambært hesum viðtøkum. Aðalstjóri Vinnumálaráðsins er formaður grunsins og stjórin í Tryggingarfelagnum Føroyum er næstformaður. Hinir limirnir verða valdir av landsstýrismanninum", Uttanríkis- og Vinnumálaráðið.

Les meira her