Verkstovur/Starvsstovur
- Fab Lab
- Klippfisk
- iNova
Fab Lab
"Fab Lab er ein verkstova við tøkni og tólum til at gera nærum, hvat sum helst. Fab Lab smiðjan gevur ungum sum eldri, einstaklingum eins og fyritøkum møguleikan at menna skapanarevnini og fullføra hugskot við at sniðgeva, seta saman og framleiða við hjálp av talgildari tøkni.
Fab Lab kemur av ensku orðunum Fabrication Laboratory ella framleiðsluverkstova.
Fab Lab hevur røtur sínar í Center for Bits and Atoms á MIT universitetinum í Massachusetts í USA. Tað var leiðarin har, Neil Gershenfeld, sum umframt at granska í evninum eisini skapti fakið “How to Make (Almost) Anything” á MIT, ið síðani leiddi til Fab Lab hugsjónina.
Fab Lab á Kambsdali er fyrsta góðkenda Fab Lab í Føroyum. Harvið eru Føroyar knýttar í eitt netverk, sum røkkur kring allar 24 tíðarsonurnar og út til fleiri enn 100 lond. Í dag eru umleið 1100 Fab Lab verkstovur knýttar í netverkið", Fab Lab Kambsdalur.
Leiðari á Fab Lab er Jóannes Djurhuus.
Vitja føroysku Fab Lab heimasíðuna á www.fablab.fo
Klippfisk
"Endamálið hjá Klippfisk er at virka fyri framhaldandi menning av einum filmsvakstrarumhvørvi fyri filmsspírar. Hevur tú tørv á at læna filmsútgerð, einum staði at klippa tín film ella tørv á ráðgeving í sambandi við filmsframleiðslu? Set teg so í samband við Klippfisk", Klippfisk.
Vitja heimasíðuna hjá Klippfisk á www.klippfisk.fo
iNOVA
"Í juni 2013 bleiv Granskarasetrið iNOVA, Hoyvíksvegi 51, Tórshavn, tikið í nýtslu. Í Granskarasetrinum hava privatar og almennar fyritøkur atgongd til nýmótans starvsstovur, framkomin tól og skrivstovur.
Granskarasetrið iNOVA er úrslitið av einum samstarvi millum privatar og almennar fyritøkur, hvørs endamál var at styrkja vísindaliga undirstøðukervið í Føroyum.
Í iNOVA er eitt serstakt vísindaligt umhvørvi, av tí at privatar og almennar fyritøkur granska undir sama taki. Hendan samansetingin gevur betri atgongd til framkomin tól og samstarv millum granskararnar", iNova
Vitja heimasíðuna hjá iNova á www.inova.fo