Upplýsingarskylda
Umsøkjari skal upplýsa, um annar almennur stuðul er veittur ella verður søktur í sambandi við verkætlanina og til hvørjar partar av verkætlanini.
Tað áliggur studningsmóttakaranum at kunna Vinnuframa ávegis um gongdina í verkætlanini, sum stuðul er játtaður til.
Stuðulssmóttakarin hevur skyldu til at kunna Vinnuframa um týðandi broytingar í verkætlanini.
Vinnuframi skal altíð kunnast um viðurskifti, sum kunnu ávirka útrokningina av stuðlinum.
Broytingar í tíðarætlanini skulu fráboðast grunninum skjótast til ber.
Vinnuframi ella umboð grunsins skal hava atgongd til at hava eftirlit við verkætlanini. Í tílíkum førum boðar Vinnuframi frá frammanundan.