Íløgufígging og lán
Her kanst tú fáa yvirlit yvir møguleikarnar fyri at søkja um íløgufígging og lán til vinnufremjandi endamál.
- Framtak
- Føroyagrunnurin frá 1971
- Royndin
- Útnorðurgrunnurin/Vestnordenfonden
Niðanfyri er stutt lýsing av grunnunum og leinkjur til meira kunning og leiðbeining.
Framtak
Partapening
"Framtak (Framtaksgrunnurin) kann bæði vera við í teim størri og minni íløgunum. Íløgur, sum grunnurin er við í, skulu vera grundaðar á marknaðartreytir. Støddin á íløguni er í hvørjum einstøkum føri tengd at íløgutørvi, vága og íløguhuganum hjá øðrum íleggjarum og fíggjarstovnum. Hetta er umráðandi fyri at verkætlanin fær eina góða javnvág og bestu vakstrarmøguleikarnar.
Vit gera íløgur í verandi virkir, men eisini í nýggjar innovativar fyritøkur, sum hava víst nøkur góð úrslit. Framtak ger helst íløgur í verkætlanir har góður møguleiki eru fyri vøkstri á marknaði uttanlands. Hetta kann gera seg galdandi, bæði tá talan er um stovnan av nýggjari fyritøku, og tá eldri fyritøkur ganga nýggjar leiðir og víðka um virksemið.
Vit gera helst íløgu í fyritøkur, sum hava eina liðugt menta vøru og sum hava nátt eina merkbara marknaðarstøðu á einum ávísum marknaði. Tó kunnu vit eisini vera við, um talan er um eitt produkt ella tænastu, har menningin er við at vera liðug, so vøran er nærum klár at vera innførd á marknaðin.
Virkisætlanin fyri tykkara virksemi er eitt sera týdningarmikið amboð í samskiftinum millum okkum. Tí eru tit altíð vælkomin at seta tykkum í samband við okkum, har vit fáa samskift um virkisætlanina. Hetta verður sjálvandi viðgjørt í trúnaði", Framtak.
Ábyrgdarlán
"Vit hava eisini møguleikan fyri at veita ábyrgdarlán.Hevur tú trupulleika við at fáa økt um størri fígging frá fíggjarstovnum, tí eginfíggingin er lutfalsliga lítil, kann eitt ábyrgdarlán møguliga vera ein loysn.
Ábyrgdarlánið kann styrkja soliditetin. Ábyrgdarlánini standa aftanfyri aðra lániskuld í felagnum, men frammanfyri partapeningin.
Ábyrgdarlánið verður, mótsatt vanligum lánum, veitt uttan trygd", Framtak.
Les meira her
Føroyagrunnurin frá 1971
Føroyagrunnurin frá 1971 er vinnurekandi grunnur, sum hevur til endamáls at eiga partapening í JFK og øðrum fyritøkum. Somuleiðis hevur grunnurin til endamáls at brúka part av rentuinntøkunum til stuðul til lesandi innan fiskivinnuna.
Adressan er: Føroyagrunnurin frá 1971, Postboks 58, FO-700 Klaksvík.
Norðoya Íløgufelag
Norðya Íløgufelag er íløgufelag, sum Føroyagrunnurin frá 1971 eigur og rekur. Endamálið er at seta framtakspening í fyritøkur, ið hava útlit fyri munagóðum avkasti.
Adressan er: Norðoya Íløgufelag, Postboks 158, FO-700 Klaksvík.
Royndin
"Sum partur av langtíðaríløgunum hjá LÍV varð íløgufelagið P/F Royndin sett á stovn í 2005.
Endamálið við felagnum er sum framtaksfelag at gera íløgur í fyrst og fremst føroyskt vinnuvirksemi við avkasti fyri eyga og samstundis stimbra føroyskum fyritøkum at mennast og vaksa. Íløgurnar hjá felagnum verða í høvuðsheitum gjørdar í partabrøv í fyritøkum, ið byggja á frambrot og nýggja tøkni. Hesin parturin av íløguvirkseminum hjá LÍV er lagdur í eitt sjálvstøðugt felag fyri at fáa ein greiðan skilnað millum virksemið hjá LÍV og virksemið hjá íløgufelagnum P/F Royndini", Royndin.
Les meira her
Útnorðurgrunnurin/Vestnordenfonden
"Endamálið hja Útnorðurgrunninum, den nordiske udviklingsfond for Vestnorden, er at fremja menningina av einum fjøtáttaðum kappingarførum vinnulívið í Útnorður við at veita lán, tilskot og stilla garantiir fyri verkætlanum sum hava tilknýti til ella eru til fyrimuns fyri smáar og millumstórar fyritøkur.
Lán, tilskot og garantiir kunnu veitast fyritøkum í Íslandi, um talan er um veruligar samstarvsverkætlanir millium hesar og fyritøkur í Føroyum og Grønlandi.
Í hesum sambandi skal Útnorðurgrunnurin hjálpa við tí ídnaðarligu og tøkniligu samstarvinum innanfyri Útnorður og millum Útnorður og Norðanlond annars", Útnorðurgrunnurin.
Les meira her