Hámørk og lágmørk

Í stuðulsskipanunum er ásettur mest møguligi stuðul, sum Vinnuframi kann játta. Um annar almennur stuðul  verður latin til verkætlan, so verður henda mesta upphæddin lækkað samsvarandi.
 
Einstakari fyritøku kann í mesta lagi játtast 500.000 kr í sama ári. Vinnuframi kann síggja burtur frá hámarkinum, tá talan er um stuðul til stórar felags verkætlanir.

Tá stuðul verður játtaður til innanhýsis lønarútreiðslur hjá umsøkjara, er tað tær faktisku uppgjørdu lønarútreiðslurnar, íroknað ymisk gjøld, sum studningur verður játtaður til. Um umsitingarkostnaður og skrivstovuútreiðslur v.m. ikki verða skjalprógvað fyri seg, kann í mesta lagi leggjast 20% av lønarútreiðslunum afturat fyri hesar.

Um studningurin sambært reglum grunsins verður minni enn 10.000 kr, verður umsókn ikki gingin á møti.