31 jan. 2023

URT Bryggj, herbal tea - te framleitt úr føroyskum urtum

Føroyska nátturan goymir uppá serligar smakkiuppliving sum ikki fáast aðrastaðni

Durita Hansen eigur felagið URT ÍVF, sum hevur ment eina serføroyska uppskrift fyri urtate. Hon bæði dyrkar urtur á egnum stykki og nýtir villar urtir, sum hon hevur fingið loyvi til at útvinnað. Smaikkiroyndir hava staðfest, at undirtøkan er sera góð.

“Te-entusiastar og tey stóru tehúsini, sum vit hava verið í samband við í Danmark eftirlýsa lokalt framleitt urtate, tí tilvitið um heilsufyrimunir við urtate er, og harvið eftirspurningurin eftir hesum slagi av te, er øktur nógv seinastu árini”, sigur Durita Hansen.

Durita Hansen greiður frá, at mestsum alt urtate verður innflutt úr Týsklandi og aðrastaðni. Tað er sostatt ein stórur óroyndur marknaður fyri útflutning av føroyskum urtate, umframt søluna í Føroyum.

 Vinnuframi hevur stuðlað verkætlanini.

 URT hevur eisini fingið stuðul til turki- og pakkimaskinur á hópfigging.fo

 

SEINASTU TÍÐINDI
11.04.2024
latest_news
Nýggj plastendurnýtslu móttøka hjá Mekanor í Klaksvík