Stuðul til skipasmiðjur

Sambært Løgtingslóg kann veitast føroyskum skipa- og bátasmiðjum 8% í studningi av sáttmálaprísinum til nýbygging og umbygging av flótandi eindum.

Føroyskar skipa- og bátasmiðjur o.o. kunnu søkja Vinnuframa, ið umsitur stuðul til skipasmiðjur, um stuðul at byggja og umbyggja skip, bátar og aðrar flótandi eindir.

Umsókn um stuðul skal sendast Vinnuframa á serligum umsóknarblaði, hjáløgd neyðug fylgiskjøl.

Umsókn skal verða send Vinnuframa, áðrenn farið er at byggja.