Ráðgeving og skrivstovupláss

Íverksetarar við burdardyggum hugskotum hava fleiri møguleikar fyri at fáa ókeypis ráðgeving og skrivstovupláss til ein sámiligan prís.   

 

 

 Niðanfyri er stutt lýsing av møguleikunum og leinkjur til meira kunning og leiðbeining. 

Íverksetaraportalurin

Endamálið við Íverksetaraportalinum er at veita eina hjálpandi hond til íverksetarar, við at samla viðkomandi kunning á einum staðið.

Vitja Íverksetaraportalin á https://iverksetaraportalurin.fo/

Íverksetarahúsið       

"Høvuðsvirksemið hjá Íverksetarahúsinum er at veita almenna og ókeypis ráðgeving til allar føroyingar, ið hava hug og hugskot til íverksetan.

Visjónin hjá Íverksetarahúsinum er at stimbra íverksetan og skapa fleiri arbeiðspláss. Hetta gera vit m.a. við at arbeiða miðvíst við at fáa fleiri íverksetarar at leiga skriviborðspláss í Íverksetarahúsinum og á henda hátt leggja lunnar undir eitt spírandi íverksetaraumhvørvi.

Íverksetarahúsið skipar regluliga fyri tiltøkum, fyrilestrum og kappingum, ið hava sum endamál at stuðla og menna íverksetan runt alt landið", Íverksetarahúsið.

Vitja heimasíðuna hjá Íverksetanarhúsinum á iverksetan.fo

Hugskotið

"Vit í Hugskotinum ynskja at stimbra menningina av  einum fjøltáttaðum vinnulívi í Tórshavnar kommunu. Hetta gera vit við at veita íverksetarum góðar karmar, har rúm er fyri íblástri, nýhugsan og nýskapan í einum kveikjandi umhvørvi. Vit royna at eggja íverksetarum til at virka og deila vitan, har vit miðvíst arbeiða fyri at veita íverksetarum og fyritøkum holla og viðkomandi ráðgeving.

Vinnan hevur ymiskan tørv og ymiskar avbjóðingar, og tí ynskir Hugskotið at veita eina tænastu frá byrjan til framhaldandi menning av fyritøkuni. Hetta merkir, at allar fyritøkur í Tórshavnar kommunu kunnu fáa hjálp og vegleiðing í Hugskotinum", Hugskotið.

Vitja heimasíðuna hjá Hugskotinum á hugskotid.fo

Menningardepilin á Norðurbryggjuni

"Í tøttum samstarvi við føroyskar vinnuframaskipanir bjóðar Sendistovan nú skrivstovu- og fundarhøli, umframt ókeypis ráðgeving til føroyskar íverksetarar.

Møguleiki er hjá íverksetarafyritøkum at leiga arbeiðspláss og atgongd til fundar- og mótttøkuhøli á einari av bestu adressunum í Keypmannahavn fyri lagaligar treytir.

Tá ið fyritøkan búnast, hækkar gjaldið, men vit kunnu framhaldandi bjóða høli, adressu og bestu karmar fyri kappingarførar prísir.

Menningardepilin á Sendistovu Føroya í Keypmannahavn er skipaður í samstarvi millum Sendistovuna, Invest in the Faroes, Vinnuframa, Framtak, Íverksetarahúsið og Hugskotið", Uttanríkis- og Vinnumálaráðið.

Les meira her

Filmshúsið

"The Faroese Film Institute was established in beginning of 2018 with purpose of advancing and inspiring the Faroese film industry and promote the Faroe Islands as an attractive film and TV location.

With our 25% reimbursement scheme offered for film and TV production and our incredible settings in some of the most dramatic and beautiful islands in the world we focus on promoting Faroe Island abroad, devolop professional skills within the Faroese film environment, improve film making, promote film culture in the Faroe Islands, advice and guidance Faroese filmmakers, promote the Faroese film industry abroad and facilitate domestic and foreing inquiries and create growth for the film industry in the Faroe Islands", Filmshúsið.

Vitja heimasíðuna hjá Filmshúsinum á filmshusid.fo

Les meira í kunngerðini um filmshúsið her

Tónleikaútflutningsstovan

Lógin um at seta á stovn Tónleikaútflutningstovuna varð samtykt í desember 2018. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um virksemi og umsiting av tónleikaútflutningsstovuni, og um at skrivstovuhaldið verður lagt til skrivstovu, sum landsstýrismaðurin skipar. Úttanríkis- og Vinnumálaráðið arbeiðir við málinum.

Tónleikaútflutningsstovan skal virka fyri útflutningi av føroyskum tónleiki og skal:

  •  Marknaðarføra føroyskan tónleik uttanlands og veita ráðgeving um tónleikaútflutning
  •  Veita ráðgeving til útlendskar fyritøkur og tónleikarar, ið leita sær føroyskar samstarvspartar
  • Virka fyri at hækka førleikastøðið innan tónleikaútflutning og tónleikavinnu í Føroyum

Les meira í lógini her