Ráðgeving

Føroyskir íverksetarar og fyritøkur kunnu søkja um stuðul til ráðgeving til øll átøk, ið kunnu skapa vinnuligan vøkstur. 

Talan kann til dømis vera um ráðgeving í sambandi við marknaðarkanning, at tilevna eina virkisætlan, umsókn um patent, sølufremjan og uppbyggjan av samstarvi við útlendskar fyritøkur.

Ráðgevingin kann veitast úr ráðgevingarbankanum hjá Vinnuframa ella av ráðgevarum, ið verða góðkendur av Vinnuframa frammanundan.

Stuðlast kann við upp til 100% av verkætlanarkostnaðinum.

Í løtuni er møguleiki fyri at søkja um stuðul til ráðgeving í sambandi við umsóknararbeiðið, tá ið søkt verður úr SME Instruments, ið er ein serlig EU- stuðulsskipan til smáar og miðalstórar innovativar fyritøkur. Stuðulskipanin er galdandi til og við 2020. Sí meira um SME Instruments her