Umsóknarfreistir
Umsókn skal sendast Vinnuframa í góðari tíð, og helst ein mánað áðrenn tiltakið byrjar.
Stuðul kann bert verða veittur til verkætlanir, ella partar av verkætlanum, sum ikki eru settar í gongd, tá søkt verður um stuðul.
Vanliga verða umsóknir avgreiddar alt árið, um peningur er tøkur. Vinnuframi kann tó lýsa eftir umsóknum til einstaka stuðulsskipan, har ávís tíðarfreist fyri at søkja, verður ásett.
Umsóknarblað skal sendast til vinnuframi@vinnuframi.fo í seinasta lagi eina viku undan styrisfundinum.
Upplýsingar um nær stýrisfundir verða og freistir at senda umsóknir inn sæst í kalendaranum á forsíðuni, ovast til høgri.