Umsóknarblað

Fyri at umsókn um stuðul skal verða viðgjørd av Vinnuframa, er neyðugt at útfylla umsóknarblaðið nágreiniliga. Í hesum sambandi er umráðandi, at umsøkjarar sera gjølla lesa og uppfylla almennu reglurnar um stuðul.

Send umsóknarblaðið í t-posti til vinnuframi@vinnuframi.fo í seinasta lagi eina viku undan fundinum.

Heinta umsóknarblaðið niðanfyri:

 

Gevið gætur!

Tit skulu tryggja tykkum, at tit fáa váttan fyri móttøku frá okkum, tá tit senda umsókn. Orsaka av KT-trygd, kann tað koma fyri, at teldupostar ikki koma fram til Vinnuframa.