Um Vinnuframa

Endamálið hjá Vinnuframa er , at hann skal stuðla vinnuni í avmarkaðan mun - uttan at veita rakstrar- og íløgustuðul. Grunnurin stuðlar tiltøkum sum fjøltátta vinnulívið og økja um nýtsluna av vitan.

Tøki peningurin til stuðulsjáttanir eru árligu játtanirnar á fíggjarløgtingslógini, inntøkurnar hjá grunninum og ársúrslitið hjá grunninum frá undanfarnum ári.

Umframt omanfyri nevnda virksemi, umsitur Vinnuframi eisini stuðulsskipan til skipasmíð.

  • Telefontíð er frá klokkan 9.00 til klokkan 15.00

Til ber at skriva teldupost til vinnuframi@vinnuframi.fo.