Útgjald av stuðli
Stuðul verður útgoldin í einum, tá Vinnuframi hevur fingið grannskoðaðan verkætlanarroknskap og skrivliga frágreiðing og eftirmeting av tiltakinum. Í sambandi við stórar tíðarkrevjandi verkætlanir kann avtala gerast um ávegis útgjøld.
Grannskoðarin skal vátta, at uppgerðin samsvarar við játtanartreytirnar.
Í einstøkum førum kann Vinnuframi gera av, at verkætlanarroknskapur, ið ikki nýtist at vera grannskoðaður, skal latast grunninum saman við tilhoyrandi skjalprógvum fyri útreiðslurnar.
Verkætlanarroknskapir skulu vera uppsettir soleiðis, at sammeting við kostnaðarætlanina í umsóknini er møgulig. Útgjaldið verður roknað út frá metta kostnaðinum í umsóknini, tó ongantíð hægri enn hvat veruligi kostnaðurin er. Frávik á í mesta lagi 10%, fyri hvørt punkt sær, kann góðtakast.
Upplýsast skal, um útreiðslur eru tiknar við, sum ikki sóust av kostnaðarætlanini.
Um fortreytirnar fyri eini játtan broytast munandi, kann Vinnuframi gera av ikki at útgjalda játtaðan stuðul.
Er stuðul útgoldin undir skeivum fortreytum, ella um fortreytir fyri útgoldnum stuðli broytast, kann Vinnuframi krevja, at stuðulin verður afturgoldin.