Ráðgeving

Føroyskir íverksetarar og fyritøkur kunnu søkja um stuðul til ráðgeving til verkætlanir, ið kunnu skapa vinnuligan vøkstur.

Talan kann til dømis vera um ráðgeving í sambandi við at tilevna eina virkisætlan, fíggjarætlan, gera marknaðarkanningar, umsókn um patent og aðra løgfrøðiliga ráðgeving, tøkniliga ráðgeving, sølufremjan og uppbyggjan av samstarvi við útlendskar fyritøkur.

Ráðgevingin kann veitast úr ráðgevingarbankanum hjá Vinnuframa ella av ráðgevarum, ið verða góðkendur av Vinnuframa frammanundan.

Stuðlast kann við upp til 100% av verkætlanarkostnaðinum.