01 nov. 2022

Hydroponisk framleiðsla av kryddurtum og salatum í bingjum

Spírar og Sporar Sp/f framleiðir kryddurtir og salat eftir hydroponiskum hátti í bingjum omanfyri Kvívík

 

Omanfyri Kvívík, beint við ‘igloirnar’ standa tvær bingjur, sum eru væl surraðar fastar í jørðina, so tær klára at standa ímóti illveðrinum. Inni í bingjuni, sum stendur tættast við landsvegin, er reint og ljóst. Grønir spírar standa á einum stálborði í fleiri hæddum, og vøkstur av ymiskum litføgrum kryddurtum og salatum hanga í loddrøttum røðum inn ímóti botninum. Reyð og blálilla ljós tendra og sløkna sjálvvirkandi alt samdøgrið.  

  

‘Vit eru sera bundin at innflutningi av grønmeti. Tað sóu vit millum annað undir korona farsóttini, har tað knappliga kundi verða trot’, sigur Magnus F. Magnusson.

 Magnus hevur kannað ymiskar møguleikar fyri nýtímans framleiðslu av kryddurtum, salatum og soppum.

 ‘Hydroponisk framleiðsla er sera væleygnað at fara í holt við í Føroyum. Eg havi eisini kannað aquaponiska framleiðslu, men har eru ymiskir trupulleikar við góðkenningum, tí tá kemur lógin um aling á landi inn í myndina, sigur Magnus F. Magnusson.

Magnus hevur, saman við øðrum íleggjarum, stovnað felagið Spírar og Sporar Sp/f, sum fyri stuttum eru farin í holt við at framleiða kryddurtir og salat í tí einu bingjuni. Innflutt fræ verða dyrkaði til spírar. Aftaná nakrar vikur, verða spírarnir stungnir inn í loddrøttu kanalirnar av skúmgummi, har teir fáa frið at vaksa seg stórar og klárar til at eta.

 Ætlanin er fyrst og fremst at selja til matstovur, sum Spírar og Sporar kann gera fastar avtalur við. Restin verður selt til privata brúkaran.

 Framleiðsla av soppum í hinari bingjuni er undir fyrireiking. Vinnuframi hevur stuðlað hesari verkætlanini.

SEINASTU TÍÐINDI
11.04.2024
latest_news
Nýggj plastendurnýtslu móttøka hjá Mekanor í Klaksvík