Leiðari til Filmshúsið

Føroyska Filmshúsið er nú sett á stovn við tí høvuðsendamáli at menna og birta upp undir føroyskan film sum vinnu. Nú verður leitað eftir einum  dagligum leiðara at standa á odda fyri hesum arbeiðinum.

Filmshúsið skal standa á odda fyri at førleikamenna filmsumhvørvið og menna filmsgerð, filmsmentan og filmsvinnu í Føroyum. Millum formligu uppgávurnar, sum Filmshúsið skal standa fyri, eru:

  • at ráðgeva og leiðbeina føroyskum filmsfólkum,
  • at marknaðarføra føroyskan film uttanlands og Føroyar sum filmsland,
  • at svara fyrispurningum innlendis og uttanífrá og vera til hjálpar í sambandi við filmsframleiðslur,
  • at miðla samband millum filmsaktørar,
  • at skipa fyri førleikamenning og skeiðum,
  • at savna og miðla vitan um film og talgildar visuellar frásagnir, og í samstarvi við filmsumhvørvið, myndugleikar o.o. tryggja, at vitan og førleikar verða gagnnýtt til fulnar.

Førleikakrøv 

Vit søkja eftir tí persóninum, sum verður mettur at hava bestu førleikarnar at standa fyri, at Filmshúsið kann røkka uppgávunum, sum eru nevndar omanfyri.

Vit ímynda okkum ein persón, sum er útvendur, dugir at skapa og halda sambond og kann verða eitt gott andlit úteftir fyri Filmshúsið.

Vit vænta, at tú hevur vitan innan filmsvinnu og/ella mentanarøkið sum heild, og at tú dugir filmsmálið. Umsitingarligar, fyrisitingarligar og fíggjarligar royndir við mentanarligum stovnum, -verkætlanum, ella filmsframleiðslu kunnu verða ein fyrimunur.

Tað er umráðandi, at tú dugir væl at arbeiða sjálvstøðugt, dugir væl at samskifta og hevur góðar samstarvs- og samskipanarførleikar.

Setanarviðurskifti 

Dagligi leiðarin vísir til stýrið fyri Filmshúsið. Løn er sambært avtalu við Fíggjarmálaráðið. Talan er um eitt fulltíðarstarv.

Starvsstaðurin er í Sjóvinnuhúsinum í Havn. Byrjanardagurin er 1. januar 2018, ella skjótast gjørligt. Fyrstu tríggir mánaðirnir í starvinum eru royndartíð.

Freist v.m. 

Meira fæst at vita um starvið á vinnuframi.fo/filmshus. Eisini ber til at at ringja til Jan Berg Jørgensen, tel. (+298) 218822, ella at skriva til vinnuframi@vinnuframi.fo, viðmerk “Filmshúsið”.

Umsókn við CV og avritum av møguligum prógvum og viðmælum skulu sendast til vinnuframi@vinnuframi.fo í seinasta lagi 1. desember 2017.