15 aug. 2025

Vaksandi áhugi fyri skjótgangandi arbeiðsbátum frá Brim Boats

Brim Boats framleiðir arbeiðsbátar, sum ikki søkka og krevja næstan einki viðlíkahald. Nú er áhugi bæði úr Grønlandi og frá donsku verjuni

 

Fyri fimm árum síðani løgdu tveir føroyingar, Benjamin David Holloway og Rúni Lobo Festirstein, lunnar undir eina nýggja verkætlan á føroyska vinnumarknaðinum. Teir settu sær fyri at menna og byggja fyrsta Brim-bátin – ein skjótgangandi arbeiðsbát úr serligum tilfari, serliga ætlaðan til krevjandi uppgávur á sjónum.

Báturin er framleiddur úr einari plasttypu, sum hevur fleiri fyrimunir samanborið við tí traditionella skipasmíðu. Tilfarið tolir harðan stoyt, er serliga stabilt, lætt at umvæla, kann endurnýtast og krevur næstan einki viðlíkahald. Afturat hesum er skrokkurin fyltur við PE-skúmi, sum tryggjar, at báturin ikki søkkur, hóast hol skuldi komið á hann. Hetta gevur bæði tryggleika og haldføri undir torførum umstøðum.

Síðani fyrsti Brim-báturin varð tikin í nýtslu, hevur Brim Boats bygt sjey skjótgangandi arbeiðsbátar, fyrst og fremst til alivinnuna. Men nú sær út til, at marknaðurin kan verða nógv breiðari. Áhugin frá øðrum vinnum er alsamt vaksandi, og fleiri stórar fyritøkur hava fingið eyguni upp fyri teimum nýhugsandi loysnunum frá føroyska felagnum, bæði í Føroyum og uttanlands.

Ein av teimum, sum hevur víst serliga stóran áhuga, er Forsvarsministeriets Materiel- og Indkøbsstyrelse (FMI) í Danmark. Myndugleikin kannar í løtuni, hvussu Brim-báturin kann nýtast undir krevjandi umstøðum í Arktis og í Norðuratlantshavinum. Í 2021 gjørdi danska stjórnin eina politiska avtalu um ein arktiskan kapasitetspakka til 1,5 milliardir krónur. Hetta skal styrkja bæði verjuna í Føroyum og Grønlandi. Hetta gevur Brim Boats møguleika at gerast ein spælari í hesum øki.

Fyri stuttum vóru Rúni og Benjamin í Grønlandi við einum av bátunum, har teir royndarsigldu undir krevjandi umstøðum við hørðum sjógvi og ísflakum. Úrslitini vóru sera jalig, og hetta styrkti áhugan frá donsku verjuni og møguliga eisini frá øðrum marknaðum, har torfør sigling er partur av gerandisdegnum.

Brim Boats stendur sostatt við dyrnar til eina spennandi framtíð, har føroyskur ídni og nýskapan kann gera seg galdandi á altjóða pallinum. Tað, sum byrjaði sum ein lítil verkætlan hjá tveimum eldhugaðum monnum, kann nú gerast ein nýggjur føroyskur útflutningur, sum samstundis er við til at økja trygd og burðardygd á sjónum.

Vinnuframi hevur veitt stuðul til menning og søluátøk av Brim-bátinum.

SEINASTU TÍÐINDI
26.05.2025
latest_news
Vinnarin av skapandi verkstovuni ‘Úr Haga á Hill’ kosin á TONIK 2025

Vinnarin av verkætlanini 'Úr Haga á Hill' varð Gásadalsgarður í samstarvi við Jaspur Svabo Jørgen…

Les meira  
11.04.2024
latest_news
Nýggj plastendurnýtslu móttøka hjá Mekanor í Klaksvík