07 des. 2016

Søluátak í Íslandi

Umboð fyri Sirri hevur verið í Íslandi í nakrar dagar í novembur og gjørt eitt søluátak fyri at marknaðarføra ullvørurnar hjá Sirri.

Nógvir handlar, ið selja ullvørur, blivu vitjaðir. Áhugi var fyri vørunum hjá Sirri, og áhugi var eisini at fáa samstarv í lag. Onkur var, sum vísti seyðaskinnunum serligan áhuga.

Eitt felag er í Íslandi, sum selir ullvørur til umleið 140 handlar í Íslandi. Tað felagið hevur Sirri gjørt eina avtalu við, um at gera eina royndarframleiðslu av vørum frá Sirri. Tað kann eitt nú vera vovin teppir, bundnar troyggjur og gestabøkur og skógvar úr skinni.

Sirri takkar fyri stuðulin frá Vinnuframa og vónar at marknaðurin hjá Sirri fer at vaksa av marknaðarføringsátakinum.

SEINASTU TÍÐINDI
11.04.2024
latest_news
Nýggj plastendurnýtslu móttøka hjá Mekanor í Klaksvík