Flowcore hjálpir fyritøkum og stovnum at halda skil á innanhýsis dátum
Tað serliga við Flowcore er, at fyritøkur og stovnar kunnu brúka somu dátur til vanligan rakstur, greiningar og vitlíki
Alt fleiri dátur verða skrásettar í dag, og tað endar oftani við at verða ein fløkja. Tað er torført at finna dáturnar aftur og at gagnnýta tær á fullgóðan hátt.
Henda trupulleika loysir Flowcore við einum einfaldum máta at savna, skipa og viðgera dáturnar. Hetta merkir, at dáturnar gerast tøkar, kostnaðurin verður hildin niðri og smidleikin er í hásæti.
Flowcore er eitt nýskapandi amboð, sum er ment í Føroyum til altjóða marknaðin, og er ætlað útviklarum, serliga í miðalstórum fyritøkum og stovnum.
Vit eru mitt í einari vitlíkiskollvelting, og dátur eru brennievnið, sum gera kollveltingina møguliga. ChatGPT og líknandi myndlar eru vandir upp av teimum dátum, sum eru atkomuligar á internetinum.
Flowcore ger tað møguligt at fáa skil á øllum innanhýsis dátum, sum síðani kunnu samansetast og brúkast av vitlíkisamboðum á ein hátt soleiðis, at persónsupplýsingar og aðrar trúnaðarupplýsingar framhaldandi verða verandi vardar.
Fleiri fyritøkur og stovnar brúka í dag pallin og hava góðar royndir av honum. Umframt at menna amboðið, veitir Flowcore-toymið ráðgevingartænastur at íverkseta og gagnnýta pallin.
Níggju starvsfólk arbeiða hjá Flowcore, sum heldur til í Hugskotinum í Sjóvinnuhúsinum í Havn.
Vinnuframi hevur veitt stuðul til menning av Flowcore pallinum.
Sí leinki til Flowcore her