14 mai. 2020

Arctic Future Challenge finala í Íslandi í oktober

Frá 11. mai kunnu ungir føroyskir íverksetarar melda seg til Arctic Future Challenge kappingina. Finalan verður í oktober 2020.

Hvørjir íverksetarar skulu umboða Føroyar í Arctic Future Challenge finaluni, sum verður í Íslandi í oktober?

 Øll kunnu tilnevna ungar íverksetarar ímillum 18 og 29 ár her.

 Kappast verður í hesum bólkum: 

  • Ársins ungi íverksetari
  • Ársins unga íverksetarafyritøka
  • Besta íverksetaraverkætlan hjá ungum lesandi 

Kappingin er í fleiri umførum. Í fyrsta umfari kunnu øll tilnevna ungar íverksetarar. Øll, sum passa inn í ein av bólkunum kunnu vera tilnevd. Tilnevningin er sum ein innbjóðing til íverksetaran. Teir tilnevndu íverksetarnar skulu eftir at vera tilnevndir játta sína luttøku.

Eftir tilnevningarumfarið verða fimm íverksetar úr hvørjum bólki útvald at luttaka í einari alemennari, nationalari atkvøðugreiðslu. Afturat atkvøðugreiðsluni er eisini ein dómsnevnd, sum tekur støðu til, hvør tann nationali vinnarin í hvørjum bólki skal vera.

Teir nationalu vinnararnir verða tilnevndir at kappast ímóti øðrum ungum íverksetarum í tí Arktisku regiónini.

Kappingin endar við einum “Award Show” á Arctic Circle rástevnuni í Íslandi í oktober 2020.

Tit kunnu lesa meira um kappingina og tilnevna ungar íverksetarar á arcticfuturechallenge.org

 

 

SEINASTU TÍÐINDI
11.04.2024
latest_news
Nýggj plastendurnýtslu móttøka hjá Mekanor í Klaksvík