Eg eri útbúgvin el-verkfrøðingur frá DTU í Keypmannahavn, og arbeiði við at hjálpa føroyskum fyritøkum og stovnum við at nýta ritvit (kunstig intelligens). Eg stovnaði Tøkni Tænastuna, sum er fyrsta føroyska fyritøkan, ið arbeiðir málrættað við ritvit-loysnum, sjálvvirkni og upplæring í ritviti.
Eg havi drúgvar royndir við at innleiða ritvit í praksis, serliga generativt ritvit (t.d. ChatGPT), og hvussu tað best kann brúkast í arbeiðsuppgávum og mannagongdum.
Mínar styrkir:
Innleiðing av ritviti: Hjálpi fyritøkum at finna ítøkiligar uppgávur, ið ritvit kann loysa – til dømis skjótari planlegging, betri teldupost-samskifti og sjálvirka keðiligar uppgávur.
Undirvísing og verkstovur í ritviti: Eg havi hildið nógvar verkstovur, skeið og framløgur um ritvit fyri fyritøkur, almennar stovnar, felagsskapir (t.d. Reyða Kross) og skúlar.
Ráðgeving: Veiti ítøkiligar ráðgevingartímar, har fyritøkur skjótt kunnu finna fram til, hvussu tær kunnu nýta ritvit í praksis.
Viðkomandi arbeiðsroyndir:
Stovnari av Tøkni Tænastuni (2023 – í dag)
Stovnaði fyrstu føroysku fyritøkuna við serfrøði innan ritvit.
Menningar arbeiði innan loysnir grundaðar á ritvit, eitt nú ein venjingarpall til rollu spæl og eina sjálvvirkna skema leggingar loysn.
Ment vælumtókta net-skeiðið: ”Innleiðandi skeið í ChatGPT fyri føroyskt skrivstovufólk”.
Undirvísari og ráðgevi í ritviti (2023 – í dag)
Hildið framløgur og verkstovur um ritvit í skúlum og fyritøkum.
Ráðgivið føroyskum politikarum um møguleikar við ritviti í samfelagnum.
Vegleitt stovnum og feløgum í effektivari nýtslu av ritviti í teirra dagliga virksemi.
Útbúgving:
El-verkfrøði, DTU í Keypmannahavn.
Mítt mál:
Eg brenni fyri at gera ritvit einfalt og lætt at brúka hjá øllum føroyskum fyritøkum og stovnum, soleiðis at tey kunnu fáa gagn av teimum stóru møguleikunum, sum ritvit hevur við sær í gerandisdegnum.