Ráðgevarabankin
Sum íverksetari kanst tú søkja Vinnuframa um stuðul til ráðgeving í sambandi við títt íverksetaravirksemi. Í Ráðgevarabankanum hjá Vinnuframa finnur tú fólk við førleikum at veita ráðgeving innan ymisk fakøki, sum eru viðkomandi fyri íverksetaravirksemi.
AFTUR Navn Heini Hátún Starv Virki/leiðsluráðgevi Útbúgving Analysis Design and Management of Information Systems MSc Bústaður Gøta og húsanummar Jóannesar Paturssonargøta 86 Postnr. og býur/bygd 100 Tórshavn Land Føroyar Samband Telefon +298 522353 Teldupostur heini.hatun@gmail.com CV

HØVUÐSROYNDIR • Verkætlanar- og virkisleiðsla • Leiðsla av broytingum (change management) og samskifti við starvsfólk og áhugabólkar • Organisatións - og prosessmenning • Førleikamenning • Verksetan av KT og leiðsluskipanum • Greiningar av skipanum og hagtøl ísv o Gransking og nýskapan o Ætlanargerð Havi fingist nógv við toymisleiðslu, nýmenning og at røkka úrslit í felag í vinnuligum høpi og í ítróttar og ekspeditiónshøpi. Eg brenni yvirhøvur fyri leiðslu og at fáa fólk at trívast og arbeiða móti felags málum. Havi verksetanarlyndi (eigi egið ráðgevingar virki - SPF Mentor, og venjingarmiðstøð - SPF Tvørmegi), men kenni og virði eisini tungt bureakrati. Havi hug at nevna royndirnar við almennum føroyskum verkætlanum, har samskifti við politisku skipanina um mál karmar og veitingar stóð í miðdeplinum. Seinasta verkætlanin, Manntal, setti serlig krøv til samfelagskunning, starvsfólkaleiðslu og fíggjarstýring. Eri málrættaður, havi stóra arbeiðsorku. Eri áhaldin, eldhugaður og vil hava fólk við. Eri skipaður, skapi yvirblikk og trívist væl í fjøltáttaðum starvstoymum. Eri ikki bangin fyri at taka truplar avgerðir og siga sum er, men gleðist meira at rósa starvsfólki fyri góð avrik. Leiðsla er í seinasta enda at røkka úrslit saman við og umvegis onnur fólk. ÚTBÚGVING Ár Universitet Útbúgving Stig 1999-2000 London School of Economics London Analysis Design and Management of Information Systems MSc 1994-1999 University of Stirling, Skotland Business Administration BA 1997 Grand Ecole de Commerce de CERAM, Antibes, Frankaríki Programme d’echanges internationaux Master of Management STARVSROYNDIR P/F Fiskaaling 2013- 2016 Leiklutur: Góðsku- og tænastuleiðari. • Ábyrgd fyri tænastum sum felagið veitir vinnuni. T.d. regluligt lúsaeftirlit og AGD táknukanningar, rognkelsikanningar, granskingarvendar kanningar og ráðgeving til vinnuna um hvar møguleiki er at ala osfr. Skipaði regluligar fundir ið vinnuna um støðuna, var millumliðir at effektivisera innrapporteringa til HFS Aliskipan landsins og at skapa opið kjak og vitanarskiftið millum Fiskaaling, vinnu og eftirlitsmyndugleikan. • Ábyrgd fyri at varðveita og fáa nyttuna úr sertifikatum felagsins (ISO9001 og Global Gap) og at tryggja árligu skoðanirnar (external audits). Fiskaaling er gomul siðubundin fyritøka og hevur ikki verið útgjørd til nútímans krøv. Arbeitt hevur verið við at fáa karmar til, og at seta í verk dagføring av øllum kritiskum stýrisamboðum felagsins – nútímans KT kervi, talgildar stýringar (góðska, framleiðsla, vatn osfr) umframt vanlig leiðsluamboð, so sum fíggjarstýring. Fyritøkan stendur við markamót um uppgávu felagsins frameftir í mun til høvuðsuppgávurnar í dag – at veita rogn og yngul, at tæna vinnuni og at granska og byggjan vitan á økinum. Føroya Handilsskúli 2012-2013 Leiklutur: Undirvísari innan KT, verkætlanarleiðari. • Undirvísti FHS í KT seinna hálvár 2012, sum vikarur. • Fekk samstundis uppgávuna at umsita First Class vegna Handilsskúlan (umsitari í farloyvi). Hagstova Føroya/Manntal 2007-2012 Leiklutur: Samskipari, verkætlanarleiðari. Manntal snýr seg um at styrkja vitanina um sosialu støðuna fyri at 1) skapa fortreytir fyri væl grundaðum politikki á fleiri økjum (sosiala, útbúgving, javnstøða osfr), 2) at styrkja granskingina, 3) styrkja fólkaræðið o.a. Byrjaði einsamallur í 2007 við einum landsstýrisuppriti og ST vegleiðingum. Í 2011 vóru 210 fólk til arbeiðis og átakið setti dám á føroyska samfelagið. Nakrar uppgávur: • Tryggja karmar og fígging og halda fíggjarætlan. Kunning og grundgeving um málsetningar til ovasta embætisstigið og politisku skipanin. Fyriskipaði aðalorðaskifti í tinginum og legði lógarsmíð til rættis. • Sniðgeva kanningina og amboð. • Fáa undirtøku í øllum samfelagnum • Byggja eina stóra organisatión (amboð, mannagongdir, seta og upplæra stórt tal av fólki osfr). Fólkateljingar eru í ST roknaðar sum eitt tað mest kompleksa eitt land kann fara undir. • Skuldi skapa fortreytir fyri framtíðar teljingum, við støði í samfelagsskráum (KT skipanir), landsfólkayvirliti, virkisskrá osfr. Tætt samstarv var við kommunur, og aðrar landsstovnar, (Renovatión, SEV, Jarðfeingi, Umhvørvisstovan, Fíggjarvinnu). Hetta átakið er ávegis undir haminum “Talgildu Føroyar”. PFM (Projektførleikamenning í Føroysku Miðfyrisitingini) 2009 og 2010 Leiklutur: Verkætlanarleiðari/stigtakari. Eitt samstarv millum Manntal og aðrar stórar almennar verkætlanir (Talgild Heilsuskipan, Innliming av almennum stovnum í KT landsins o.a.). Vit høvdu somu avbjóðingar við kørmum og gjøgnumføring, orsaka avmarkaðum kapasiteti í tí almenna at fremja tvørgangandi verkætlanir. Endamálið var at menna verkætlanarførleikarnar og amboðini hjá landsfyrisitingini. • Vit framdu førleikamenningarátak fyri projekteigarar og projektleiðarar. Ein røð av almennum verkætlanum vóru eftimettar við fakligum brillum. Toppleiðslurnar í øllum aðalráðum luttóku og projektleiðarar at útvaldum projektum. 5 modul, umleið 10 skeiðdagar, 80 luttakarar – eitt hálvt ár. Úrslitið var gott, semjur og framtíðar raðfestingar gjørdar. • Við støði í hesum var eg seinni verkætlanartleiðari at bólki, ið gjørdi føroyskan leist og vegleiðing til Landsfyrisitingina – sí: http://www.lms.fo/kunning/utgavur-fragreidingar-alit-o-t/verkaetlanarleidsla/ STARVSROYNDIR Føroya Banki 2007 Leiklutur: Verkætlanarleiðari og virkismennari. Settur at arbeiða við nýskapan, nú stórar broytingar vóru á skrá og møguleikar vóru fyri framman (tíðirnar góðar). Bankin skuldi á virðisbrævamarknaðin, nýggjur samleiki gerast og ein privatiseringstilgongd var. Endamálið við virkseminum var at fyrireika bankan innanhýsis til leiklutin, sum altjóða banki og øll tey krøv tað setur. Samstundis at menna nýggjar bankatænastur. Granskingarráðið og Hagstovan 2003 – 2007 Leiklutur: Verkætlanarleiðari og greinari. Greining av føroysku nýskapanar og granskingarskipanini. Málið var at gera stýrisamboð til Granskingarráðið og onnur, sum fíggja og ráðleggja gransking og nýmenning í Føroyum. • Framdi stóra kanning við støði í OECD og ES mannagongdum., sí: http://www.gransking.fo/Default.aspx?pageid=2306 • Føroyska granskingin, almenna og vinnugranskingin og vinnunýskapanin var lýst í hagtølum og samanhangum – (innsatsur fíggjarliga og fíggingarmynstur, innihald, endamál osfr). • Var við í nógvum altjóða samstarvi í hesum sambandi, norðurlendskum og luttók eisini í altjóða arbeiðsbólkum innan OECD og Eurostat. • Gjørdi eisini kanning av politikkskipanini og føroyska nýskapanarpolitikkinum. Hetta var norðurlendsk verkætlan, fíggjað av NICE-Nordic Innovation Centre. Verkætlanin hevði millum annað við sær, at Vísindaráðið var stovnað, og politiska skipanin betri involverað í prosessina. Vísindaráðnum skal tryggja betri karmar til Setrið, almennu granskingarstovnarnar og privata vinnugransking. Ementor 2001 - 2003 2002 – 2003 SLN (System for Likning av Næringsdrivende) og Altinn Leiklutur: Projektluttakari í partprojekti, við upplæring og prosessmenning sum uppgávu. Endamálið at talgilda fráboðanina frá borgarum og vinnuni til tað almenna (Skattavaldið, Hagstovuna og almennar grundskráir) og lætta um hjá borgarum og í lands- og kommunalari fyrisiting. Skattaumsitingin skuldi tillagast munandi í hesum sambandi. Sera stór almenn verkætlan, budgett uml 1. mia, fleiri stórir aktørar á menningar og brúkarasíðuni. Nakrar uppgávur: • Fyrireika upplæringaramboð, sokallaða e- learning. Var í toymi, sum orðaði lærumál, kravfesti skipan, funnu veitarar, og settu upplæringina í gongd (fleiri 100 brúkarar). • Fyrireika umlegging av virkisbygnaðinum. Var í toymi, sum kortlegði bygnaðin tekniskt og fyrireikaðu eina “change management strategy”. Brúktu amboð hjá Ementor at kortleggja virkistilgongdir og at arbeiða við broyting. Altinn er týdningamikið amboð innan talgilda umsiting í Noregi í dag og verður dagført so hvørt, sí: https://www.regjeringen.no/globalassets/upload/NHD/Vedlegg/Rapporter_2013/altinnstrategi.pdf Ementor 2001 Leiklutur: Luttók í forrætningsmenning og innanhýsis førleikamenning hjá Ementor. Var settur í deild, ið skuldi menna nýggjar tænastur undir evninum "Knowledge Management rådgivning". Uppgávur: • Arbeiddi í toymi at orða tænastur og leveransur og framdu søluátøk. • Var settur at menna og innanhýsis førleikamenningartilboð til starvsfólk (konsulentar), umvegis e-learning. Skipanin skuldi dagførast so hvørt nýggjar tænastu komu, og tað hendir títt innan KT. Fyritøkan arbeiddi ógvuliga miðvíst við innanhýsis førleikamenning. STARVSROYNDIR Norway Seafarms AS (fyrrverandi føroyska Laksa og Sílaaling) 1997-1998 Leiklutur: Ráðgevi og ákoyrari í broytingarprosess. Normenn keyptu alibrúk, eg sjálvur var formaður fyri fyrst í 1990 árunum. Normenn høvdu øðrvísi mentan og arbeiðsgondir og høvdu ambitiónir um at vaksa nógv. Hetta skapti iva í heimaumhvørvinum. Eg var biðin at koma heim úr útbúgving at hjálpa við tillagingum. • Eg stóð sum millumliður í menningini, nú niðurskrivaðar framleiðsumannagongdir skuldu gerast. Var úti á brúkinum, og vísti í verki hvussu arbeiði kundi mennast. • Gjørdi síðani útførliga arbeiðshandbók við støði í ISO 9002. P/F Norðstreym (alibrúk, ið seinni gjørdist Laksa og Sílaaling) 1990-1993 Leiklutur: Formaður og ábyrgd fyri allari framleiðslu og 10 arbeiðsmonnum. Eftir lokið HF fór eg eftir starvsroyndum í alivinnuni, har eg hevði arbeitt í frítíð og við kavaruppgávum síðani 1987. Byrjaði sum vanligur røktari men bleiv skjótt formaður. Krepputíð var og alibrúk fóru av knóranum allastaðni. Í Sundalagnum vóru 26 alibrúk í 1990, í 1993 vóru bert vit eftir. Uppgávan var fjølltáttað, at luttaka í øllum arbeiði, kava osfr. Yvirskipaði mál eg setti og útinti vóru: • Nútímansgjørdi raksturin; innførdi skrásetingar og uppfylging av framleiðsluni, stýring av árgangunum og sjálvt fysiska framleiðsluapparatið. Løgdu nýggjar akkerskipanir, gjørdu sjálvir størri ringar og fingu betri skil á alt viðlíkahald. • Verksettu automatiseraða fóðringsskipanir. • Legði uppfylgingina av framleiðsluni (biomassa, fóðurnýtslu, deyðiligheit osfr) inn í telduskipanir. • Arbeiddi við motivatión og delegatión av ábyrgdum. Tað eydnaðist at venda gongdini frá einum kreppuraktum alibrúki til eitt vælrikið og virðismikið brúk, ið seinni var selt til Norway Seafarms og sum í dag er Marine Harvest Føroyar. Til skips, fyrst við Andriasi í Hvannasundi síðani við nýggja FAME 1987-1988 Verksmiðjustarvsfólk. Til skips, ein mánaða við laksaskipi, Mai úr Vági, 1987 Dekkari. Til skips, ein túr við feskfiskatrolara Føroyingi, 1986 Goymsluhjálp á Skipasmiðjuni, 1986 Egnt á Bacalao, 1985 EGIÐ VIRKI 1997, 2000 og 2003 - Stjóri í SPF Tvørmegi 2012 (Crossfit miðstøð, 13 starvsfólk) Leiklutur: Starvsfólkarøkt, upplæring, fíggjarstýring, fyriskipan. Hetta hevur verið uppgáva afturat føstum størvum/projektum. Nú verður fyritøkan skipað við dagligum leiðara, so eg sjálvur verður fríur av dagligari uppfylging. Stjóri í SPF Mentor 2003 Leiklutur: Ráðgevi, greinari, verkætlanarleiðari. Høvuðskundar hava verið Føroya Tele (FT), Heilsufrøðiliga Starvsstovan, Føroya Landsstýri og Føroya Handilskúli. Niðanfyri nakrar verkætlanir nevndar. Føroya Handilskúli 2013 Leiklutur: Ráðgevi og verkætlanarleiðari • Í tráð við talgildigina í tíðini og tann veruleika, at Handilsskúlin á KT økinum var afturúrsigldur, varð eg projektleiðari vegna FH at gera KT politikk, og síðani verkseta hóskandi talgild undirvísingararmboð og tryggja KT umsitingina samsvarandi. Hetta átak var grundarlag undir teim framstigum, sum nú eru gjørd innan KT á Handilskúlanum og vera førd út í framtíðina á Glasi. Føroya Landsstýri 2012- 2013: PFM II Leiklutur: Ráðgevi og verkætlanarleiðari • Ráðgav um verkætlanarleiðslu og gjørdi føroyskan leist til skipaða projektstýring av størri almennum verkætlanum. Sí: http://www.lms.fo/kunning/utgavur-fragreidingar-alit-o-t/verkaetlanarleidsla/ Føroya Tele 2003 – 2007: Endamálið við FT verkætlanum var nýskapan og altjóðagerð Leiklutur: Ráðgevi, greinari og verkætlanarleiðari Nakrar verkætlanir: • 2003-2004: FT ráðgav Maltacom á Malta at veiting av digitalt sjónvarpi. Gjørdu forrætningsætlan fyri Maltacom og projektplan fyri hvussu tingini skuldu verksetast. • 2004: Gjørdu strategiætlan fyri FT saman við leiðslu og nevnd. • 2004-2005: Menningarætlan innanhýsis fyri at røkka strategiskum málum, fyrst og fremst innan førleikamenning. Skipað kortlegging av førleikum (KT menning, verkætlanarleiðsla, løgfrøði, fjarskiftistøkni osfr). Fyrireikaðu stýrisamboð um førleikar, at innlima í yvirskipaðu leiðslukunningarskipanini hjá FT. • 2005-2006: Projektleiðari at menna kundaskipan til raksturin av Televarpinum, sum eisini skuldi seljast sum Software á altjóða marknaðinum. • 2006-2007: Víðarmentu omanfyrinevnda stýrisamboð á førleikaøkinum. Um hetta mundi kom nýggj leiðsla, ið gjørdi aðrar strategiskar raðfestingar. Tí var projektið ikki fullfíggjað sum upprunaliga ætlað. Heilsufrøðiliga Starvsstovan 2005: Strategiprosess Leiklutur: Ráðgevi Seta gongd á strategiprosess. Ráðgav um høvuðsliðirnar í tilgongdini: • Innanhýsis kanning av kapasiteti í mun til eftirlit og kanningarstovur. • Uttanhýsis kanning av lógarverki, áhugabólkum. • Samfatan í mun til framtíðar møguleikar. Strandfaraskip landsins 2000: Strategiprosess Leiklutur: Ráðgevi • Kannaði samanhangin millum strategisk mál og reglugerð fyri SL, og tað sum stovnurin faktiskt leveraði við amboðnum “Policy Function Deployment”, sí http://en.wikipedia.org/wiki/Quality_function_deployment • Gjørdi uppskot hvussu SL kann nýta sokallað strategiskt stýrisamboð, við avriksstýringsskipanini “Balanced Scorecard” sum fyrimynd. • Tilmæli vóru gjørd um menningarmøguleikar. Kunning fyri starvsfólkinum var fyriskipað saman við leiðsluni. KT FØRLEIKAR Eri tryggur við KT yvirhøvur. Brúki nógv Excel og Microsoft Project. Eri tryggur í ymsum leiðslu skipanum innan fíggjarstýring (T.d. FSL), framleiðslustýring, góðskustýring, kundahandtering. Brúki nógv ymiskt amboð til greingararbeiði, (Visio, Mind Jet, Decision Explorer osfr). Havi metoduførleikar innan KT menning. ONNUR SKEIÐ OG FØRLEIKAMENNING Ár Skeið 2014 Dansk Klatreforbund: S1 Sikring - Kravt løggilt grundskeið, ísv stovnsetan av føroyskum Klintrifelag. 2012 CrossFit Inc.: Level 1 certificate - Kravt løggilt venjaraskeið, ísv stovnsetan av føroyskum CrossFit depli. 2012 Landsfyrisitingin um Játtanarskipanin Landsfyrisitingin í Rundskrivum um at taka neyðug búskaparlig atlit í mál og avriksstýring. 2012 Mentamálaráðið: Námsfrøðiligt Innleiðsluskeið (NIS) – ísv undirvísing á miðnámskúla. 2003 Ementor skeið: Microsoft Project. 2003 Ementor skeið: Prosess analysa og menning. 2003 Ementor skeið: Leiklutur sum fasilitator. 2003 MS Office: (e-learning WIT) intermediate og advanced, øll Office amboð. 2003 Data kortet (Noreg): Windows 2000. 2002 Ementor skeið: Broytingarleiðsla (Change management). 2002 Ementor skeið: Leikluturin hjá verkætlanarleiðaranum. 2001 Ementor skeið: Test ráðgevning og góðskutrygging. 2001 Ementor skeið: Organisatiónsmenning og prosess analysa. 2001 Presentator: Framløguskeið “Personlig Kommunikasjon”. 2001 Ementor intro skeið: (Ementor metodan “Intellectual capital framework”, góðsku skipanir, projektleiðsla). 2001 Symphony skeið (KT amboð) 2001 Microsoft Office: (e-learning) Smartforce Advanced Power Point. 2001 Microsoft Office: (e-learning) Smartforce Intermediary Excel. 2001 Lotus Notes Symphony (document management): e-learning. 1999-2000 LSE: 7 week Web Skills Course (hvussu gera heimasíður). ONNUR SKEIÐ OG FØRLEIKAMENNING Ár Skeið 1999 Stirling Uni. Certificate of Attendance: Supporting MS Windows NT 4.0. 5 days. 1999 Stirling Uni. Certificate of Attendance: Administering Microsoft Windows NT 4.0. 3 days. 1994 Stirling Uni. English Language Study Skills. 1994 Idrætshøjskolen Sønderborg 18/9-1993 til 1/3 - 1994: Højskole og idræt + lederuddannelse i fodbold. 1991 Búskaparlig stýring av alibrúki, v/Klaus Rasmussen – Fíggjar og framleiðsluætlan, Gjaldførisstýring og eftirlit við fiskinum. FRAMLØGUR/ÚTGÁVA Ár Kunning 2007-2012 Ein røð av framløgum og kunningarvirksemi í Føroyum, um fólkateljingina. Almennar framløgur, verið í útvarpi og sjónvarpi og fundarrøðir við áhugabólkar. Kunna um endamálini, hvussu alt fer fram, um trygdina osfr. 2010 Verið í útvarpi um PFM projektið tvær ferðir. 2010 Fyrilestrar á setrinum og á Handilskúlanum um granskingarhagtøl. 2007 Almenn framløga um føroysku granskingar og nýskapanarskipanina, úrslitið av verkætlanini hjá Granskingarráðnum. Lagt fram í útvarpi og sjónvarpi. Luttikið í kjaki um Granskingarpark. 2001 Fyrilestur um mína MSc høvuðsuppgávu á Knowledge Management ráðstevnu ”Controversies and Conversations” í Leicester University. Høvuðsuppgávan útgiving sum grein í LSE netverkinum, snúi seg um leiðslu og broytingar í føroyskari case frá tí almenna. Ráðstevnan var fyriskipað av IKON (Innovation, Knowledge and Organizational Networks). http://www2.warwick.ac.uk/fac/soc/wbs/research/ikon/ MÁL Flótandi enskt, danskt og norskt. Væl svenskt. Grundfatan av týskum og fronskum.