Ráðgevarabankin
Sum íverksetari kanst tú søkja Vinnuframa um stuðul til ráðgeving í sambandi við títt íverksetaravirksemi. Í Ráðgevarabankanum hjá Vinnuframa finnur tú fólk við førleikum at veita ráðgeving innan ymisk fakøki, sum eru viðkomandi fyri íverksetaravirksemi.
AFTUR Navn Ólavur í Geil Starv Samskiping og ráðgeving, serliga innan tiltøk og messur Útbúgving BA Hons Events Management
Ráðgevi
Bústaður Gøta og húsanummar Liðagøta 2 Postnr. og býur/bygd 100 Tórshavn Land Føroyar Samband Telefon +298 289796 Teldupostur olavur@advent.fo Vevsíða www.advent.fo CV

Ólavur í Geil spesialiserar seg innan tiltøk uttanlands eins og í Føroyum.

Sum fyrsti føroyingur, við einari Bachelor of Honours í Events Management, setti Ólavur í Geil í 2010, fyritøkuna Advent Events Management á stovn.

Síðani hevur fyritøkan ment seg frá einum einstaklingavirki til eitt smápartafelag við tveimum starvsfólkum umframt freelansarum.
Advent hevur samskipað og fyriskipað út við 250 tiltøkum síðan á heysti 2010.
Ólavur hevur altjóða royndir frá tiltøkum í Skotlandi, Íslandi, Danmark, Onglandi og Noreg.
Hetta havur við sær regluligt samskifti við fólk við alskyns tjóðskapum í sambandi við teirra leiklut til eitt tiltak.
Ólavur tók eisini stig og menti eina serstaka tilmeldingar skipan, ið nevnist Tilmelding.fo. Hon varð seld í 2017.